Nehemias kap. 8
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
The Restoration of the People
8:1-13:31
a.
Ezra's Revival
8:1-10:39
i.
Ezra Reads the Law
8:1-12:1
1
Alt fólkið savnaðist nú saman sum ein maður á torginum framman fyri Vatnsportur; og teir bóðu Ezra, hin skriftlærda, fara eftir bókini við Móselóg, sum HARRIN hevði givið Ísrael.
2
Ezra prestur fór tá eftir lógini og legði hana fram fyri samkomuna, fyri bæði menn og kvinnur og øll, sum dugdu at skilja tað, ið tey hoyrdu; tað var tann fyrsta í sjeynda mánaði.
3
Hann las upp úr henni við torgið framman fyri Vatnsportur, frá tí tað lýsti og til middags – fyri monnunum og kvinnunum og teimum, ið dugdu at skilja; alt fólkið lurtaði eftir tí, sum í lógbókini stóð.
4
Ezra, hin skriftlærdi, stóð á træpalli, ið gjørdur var til hetta; hjá honum stóðu – undir høgru lið – Mattitja, Sema, Anaja, Uria, Hilkia og Ma’aseja, og undir vinstru lið Pedaja, Misael, Malkia, Hasum, Hasbaddana, Zakarja og Mesullam.
5
Ezra læt so bókina sundur fyri eygum als fólksins – tí hann stóð hægri enn øll hini; og táið hann læt hana sundur, reistist alt fólkið.
6
Ezra lovaði HARRANUM, hinum stóra Gudi, og við upplyftum hondum svaraði alt fólkið: „Amen, amen!“ Og tey boygdu seg og kastaðu seg niður fyri HARRANUM við andlitinum til jarðar.
7
Josva, Bani, Serebja, Jamin, Akkub, Sabbetai, Hodia, Ma’aseja, Kelita, Azarja, Józabad, Hanan, Pelaja og hinir Levitarnir útløgdu fólkinum lógina; men fólkið varð standandi, har sum tað stóð.
8
Teir lósu skilliga upp úr bókini, úr lóg Guds, og útløgdu hana fyri fólkinum, so tey fataðu tað, ið lisið varð.
9
Síðani søgdu Nehemias landsstjóri, Ezra prestur, hin skriftlærdi, og Levitarnir, ið lærdu fólkið – teir søgdu við alt fólkið: „Hesin dagur er halgaður HARRANUM Gudi tykkara! Syrgið ikki og grátið ikki!“ – Tí alt fólkið græt, táið tey hoyrdu tað, sum í lógini stóð.
10
Og hann segði við tey: „Farið nú og etið feitan mat og drekkið søtar drykkir, og sendið teimum gávur burturav, sum einki er tilgjørt til! Tí hesin dagur er halgaður Harra okkara – syrgið ikki, tí gleði í HARRANUM er styrki tykkara!“
11
Eisini Levitarnir royndu at fáa alt fólkið at halda seg stilt og søgdu: „Verið still, tí dagurin er heilagur – syrgið ikki!“
12
Tá fór alt fólkið og fekk sær at eta og drekka; og tey sendu gávur og hildu stóra gleðihøgtíð; tí tey høvdu fatað tað, ið talað var til teirra.
ii.
The Feast of Tabernacles
8:13-18:1
13
Dagin eftir savnaðust ættarhøvdingar als fólksins og prestarnir og Levitarnir hjá Ezra, hinum skriftlærda, til at fáa gjøllari greiði á tí, sum í lógini stóð.
14
Teir funnu tá skrivað í lógini – lógini, ið HARRIN hevði givið við Mósesi – at á høgtíðini í sjeynda mánaði skuldu Ísraelsmenn búgva í leyvhúsum,
15
og at teir skuldu kunngera og lata boða í øllum býum sínum og í Jerusalem: „Farið niðan í fjøllini og hentið leyv av oljutrøum og villum oljutrøum, av myrtutrøum, pálmum og øðrum trøum, ið hava tætt leyv, og gerið leyvhús, soleiðis sum fyriskrivað er!“
16
Fólkið fór tá út og hentaði leyv, og tey gjørdu sær leyvhús á tekjum og í gørðum, hvør í sínum lagi, somuleiðis í forgørðum hús Guds, á torginum framman fyri Vatnsportur og á torginum framman fyri Efra’imsportur.
17
Og øll samkoman, ið komin var aftur úr útlegdini, gjørdi leyvhús og búði í teimum. Hetta høvdu Ísraelsmenn ikki gjørt, líka frá teirri tíð ið Josva, sonur Nun, livdi og til tann dag. Og har var ovurhonds stór gleði.
18
Hvønn dag varð lisið upp úr lógbók Guds, frá fyrsta degi líka til síðsta dag; tey hildu høgtíð í sjey dagar, og áttanda dagin var hátíðarsamkoma – soleiðis sum fyriskrivað var.