Nehemias kap. 11

Uppsetan
b. The Land Resettled
11:1-36:1
i. Jerusalem’s New Settlers
11:1-19:1
1 Høvdingar fólksins búðu í Jerusalem; hitt fólkið kastaði lut, soleiðis at tíggjundihvør maður skuldi búgva í Jerusalem, hinum heilaga staði, og hinir níggju tíggjundapartarnir í hinum býunum.
3 Hetta eru høvdingarnir í landspartinum, sum búðu í Jerusalem, og teir, sum búðu í býum Juda, hvør á ogn síni, í býum sínum, bæði Ísraelsmenn yvirhøvur og prestarnir, Levitarnir, tempultænararnir og eftirkomarar tænara Sálomos.
4 Í Jerusalem búðu nakrir Judamenn og Benjaminitar. Av Judamonnum: Ataja, sonur Uzzia, son Zakarja, son Amarja, son Sefatja, son Mahalalel, av eftirkomarum Perez,
5 og Ma’aseja, sonur Baruk, son Kol-Hoze, son Hazaja, son Adaja, son Jójarib, son Zakarja, son Silonitin.
7 Hetta vóru Benjaminitar: Sallu, sonur Mesullam, son Jóed, son Pedaja, son Kolaja, son Ma’aseja, son Itiel, son Jesaja,
9 Jóel, sonur Zikri, var yvirmaður teirra, og Juda, sonur Hassenua, var næsthægstur í býnum.
11 Seraja, sonur Hilkia, son Mesullam, son Zadok, son Merajot, son Ahitub, høvuðsmaður yvir húsi Guds
12 – og brøður teirra, sum gjørdu tænastu í templinum, 822; framvegis Adaja, sonur Jeroham, son Pelalja, son Amzi, son Zakarja, son Pashur, son Malkia,
13 og brøður hansara, ættarhøvdingar, 242; framvegis Amassai, sonur Azarel, son Azai, son Mesillemot, son Immer,
16 og Sabbetai og Józabad, sum stóðu fyri uttanhýsisarbeiðinum við hús Guds og báðir hoyrdu til levitahøvdingarnar,
17 og Mattanja, sonur Mika, son Zabdi, son Asaf forsangara, sum byrjaði lovsongin, táið bøn varð hildin, og Bakbukja, hin næsthægsti av brøðrum hansara, og Abda, sonur Sammua, son Galal, son Jeditun.
19 Av duravaktarunum vóru: Akkub, Talmon og brøður teirra, sum hildu vakt við portrini, 172.
ii. Residents Outside Jerusalem
11:20-36:1
20 Hinir Ísraelsmenn og prestarnir og Levitarnir búðu í øllum hinum býum Juda, hvør á ogn síni.
22 Umsjónarmaður Levitanna í Jerusalem við tænastuna í húsi Guds var Uzzi, sonur Bani, son Hasabja, son Mattanja, son Mika, av eftirkomarum Asafs – tað eru sangararnir.
23 Tí kongurin hevði givið boð um teir, og føst skipan var sett sangarunum fyri hvønn dag.
24 Petaja, sonur Mesezabel, av eftirkomarum Zera, sonar Juda, gekk konginum til handa í øllum, sum viðvíkti fólkinum.
25 Viðvíkjandi bygdunum við jørð teirra, so búðu í teimum nakrir av Judamonnum – í Kirjat-Arba við smábýunum har rundanum, í Dibon við smábýunum har rundanum, í Jekabze’el við smábýunum har rundanum,
30 Zanoa, Adullam við smábýunum har rundanum, Lakis við jørðini, ið til hoyrdi, og Azeka við smábýunum har rundanum. Teir høvdu bústaðir sínar úr Be’erseba líka at Hinnomsdali.
31 Benjaminitar høvdu bústaðir sínar úr Geba: Í Mikmas, Aja, Betel við smábýunum har rundanum,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul