Nehemias kap. 7

Uppsetan
iv. The List of Returning Exiles
7:1-73:1
1 Táið múrurin var komin at standa, setti eg hurðarnar í, og duravaktararnir, sangararnir og Levitarnir vórðu settir til arbeiði sítt.
2 Eg setti yvir Jerusalem Hanani, bróður mín, og saman við honum Hananja, høvuðsmann borgarinnar; tí hann var álítandi og gudsóttandi maður sum fáir.
3 Eg segði við teir: „Portur Jerusalems skulu ikki latast upp, fyrrenn sólin er høgt á luftini; og meðan teir* enn standa har, skulu hurðarnar latast aftur og læsast. Og tit skulu seta vakt – menn, sum búgva í Jerusalem – hvønn á vaktarstað sítt og hvønn uttan fyri hús sítt.“
4 Býurin var víður um og stórur; men lítið av fólki búði í honum, og nýggj hús vóru eingi bygd.
5 Tá skeyt Gud mín mær inn at savna saman teir stóru, yvirmenninar og fólkið til at lata teir skriva á ættarlistar. Og tá fann eg ættarbókina, sum teir stóðu í, sum fyrstir vóru farnir heim; har fann eg skrivað:
6 Hetta eru menninir úr landspartinum*, sum fóru heim úr útlegdini í hinum fremmanda landi; Nebukadnezar bábelskongur hevði flutt teir burtur, men nú fóru teir aftur til Jerusalem og Juda, hvør til bý sín;
7 teir komu í fylgi við Zerubbabel, Josva, Nehemiasi, Azarja, Ra’amja, Nahamani, Mordokai, Bilsan, Misperet, Bigvai, Nehum og Ba’ana. Tal mannanna av Ísraelsfólki var:
45 Duravaktararnir vóru: Eftirkomarar Sallums, Aters, Talmons, Akkubs, Hatita og Sobai: 138.
61 Hesir vóru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsa, Kerub, Addon og Immer, men sum ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum – um teir vóru av Ísrael:
63 Og av prestunum: Eftirkomarar Habaja, Hakkoz og Barzillai – hann, sum hevði tikið dóttur Barzillai Gileadit til konu og var uppkallaður eftir teimum.
64 Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum;
65 og landsstjórin segði við teir, at teir máttu ikki eta av hinum háheilaga, fyrrenn prestur við urim og tummim var komin.
67 umframt tænarar og arbeiðskonur teirra – sum vóru 7337; teir høvdu eisini 245 sangarar og sangarinnur.
70 Summir ættarhøvdingarnir lótu gávur til arbeiðið. Landsstjórin gav til kassan 1000 darikar í gulli, harumframt 50 skálir og 530 prestakyrtlar.
71 Og summir ættarhøvdingarnir góvu til arbeiðskassan: 20000 darikar í gulli og 2200 minur í silvuri.
72 Og tað, ið hitt fólkið gav, var 20000 darikar í gulli, 2000 minur í silvuri og 67 prestakyrtlar.
73 Bæði prestarnir, Levitarnir, duravaktararnir, sangararnir, nakað av fólkinum, tempultænararnir og annars alt Ísrael búsettist í býum sínum. Táið sjeyndi mánaður kom, búðu Ísraelsmenn í býum sínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul