Nehemias kap. 10
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Teir, ið skrivaðu undir hetta skjal – sum varð innsiglað – vóru: Nehemias landsstjóri, sonur Hakalja, og Zedekias,
2
Seraja, Azarja, Jirmeja,
3
Pashur, Amarja, Malkia,
4
Hattus, Sebanja, Malluk,
5
Harim, Meremot, Obadja,
6
Dániel, Ginneton, Baruk,
7
Mesullam, Abia, Mijamin,
8
Ma’azja, Bilgai og Semaja – hetta vóru prestarnir.
9
Levitarnir vóru: Josva, sonur Azanja, Binnui, ein eftirkomari Henadads, Kadmiel,
10
og brøður teirra: Sebanja, Hodia, Kelita, Pelaja, Hanan,
11
Mika, Rehob, Hasabja,
12
Zakkur, Serebja, Sebanja,
13
Hodia, Bani og Beninu.
14
Høvdingar fólksins vóru: Paros, Pahat-Móab, Elam, Zattu, Bani,
15
Bunni, Azgad, Bebai,
16
Adonja, Bigvai, Adin,
17
Ater, Hizkia, Azzur,
18
Hodia, Hasum, Bezai,
19
Harif, Anatot, Nobai,
20
Magpias, Mesullam, Hezir,
21
Mesezabel, Zadok, Jaddua,
22
Pelatja, Hanan, Anaja,
23
Hosea, Hananja, Hassub,
24
Hallohes, Pilha, Sobek,
25
Rehum, Hasabna, Ma’aseja,
26
Ahia, Hanan, Anan,
27
Malluk, Harim og Ba’ana.
28
Hitt fólkið, prestarnir, Levitarnir, duravaktararnir, sangararnir, tempultænararnir og allir teir, ið høvdu skilt seg frá hinum fremmandu fólkum fyri at liva eftir lóg Guds – teir og konur teirra, synir og døtur teirra – øll, ið vóru so fræg, at tey dugdu at skilja –
29
hildu seg til brøður sínar, ið hægri stóðu, og gingu undir eiðin og svóru, at tey skuldu ganga eftir lóg Guds, sum givin var við tænara Guds Mósesi, og at tey skuldu halda øll boð og allar lógir og fyriskipanir HARRANS – Harra okkara – og gera eftir teimum:
v.
The Vows of the Covenant
10:30-39:1
30
Vit skuldu ikki geva hinum fremmandu fólkum døtur okkara og líka lítið taka sonum okkara døtur teirra til konur;
31
táið hini fremmandu fólk komu við vørum sínum og alskyns korni og vildu selja tað sabbat, skuldu vit ikki keypa tað frá teimum, hvørki sabbat ella nakran annan halgidag; sjeyndahvørt ár skuldu vit lata landið hvíla og geva eftir alt tað, ið vit áttu hjá onkrum.
32
Og vit løgdu á okkum ta skyldu, at vit skuldu lata triðingin av sekli um árið til tænastuna í húsi Guds okkara,
33
til sýnisbreyðini, hitt dagliga matofrið, hitt dagliga brenniofrið, ofrini sabbatarnar, sólkomudagarnar og á høgtíðunum, takkofrini, syndofrini, sum eru til at gera bót fyri Ísrael, og til alt arbeiðið í húsi Guds okkara.
34
Og vit – prestarnir, Levitarnir og fólkið – kastaðu lut um at lata við til templið, um, hvussu vit, eftir ættum okkara, ásettar tíðir ár eftir ár skuldu koma til hús Guds okkara við honum, at brennast á altari HARRANS Guds okkara – soleiðis sum fyriskrivað er í lógini.
35
Vit skuldu eisini ár eftir ár koma til hús HARRANS við frumgróðrinum av jørð okkara og hinum fyrsta stadna ávøksti av øllum trøum,
36
somuleiðis við hinum frumbornu sonum okkara og tí frumborna undan fæi okkara – soleiðis sum fyriskrivað er í lógini; vit skuldu koma við hinum frumborna bæði undan neytum og smáfæi okkara til hús Guds okkara, til prestarnar, sum gera tænastu í húsi Guds okkara.
37
Og frumgróðurin av mjøli okkara og heilagu gávum okkara, av ávøkstinum av alskyns trøum, av víni og olju, skuldu vit bera prestunum inn í kømur hús Guds okkara, og Levitunum tíggjundina av akurlandi okkara; tí Levitarnir vóru teir, ið skuldu krevja inn tíggjundina í øllum býunum, har sum vit dýrka jørðina.
38
Ein prestur, ein av sonum Áron, skuldi vera hjá Levitunum, táið teir tóku tíggjundina, og sjálvir skuldu Levitarnir koma til hús Guds okkara við tíggjundini av tíggjund síni, til kømur goymslunnar.
39
Tí bæði Ísraelsmenn og eftirkomarar Levi skuldu koma við hinum heilagu gávum av korni, víni og olju til kømurini, har sum íløtini, ið hoyra til halgidómin, eru, og har sum prestarnir, ið gera tænastu, og duravaktararnir og sangararnir halda til. – Vit skuldu soleiðis ikki svíkja hús Guds okkara.