Dómararnir kap. 2

Uppsetan
d. Israel Rebuked at Bochim
2:1-5:1
1 Eingil HARRANS kom úr Gilgal til Bokim. Hann segði: „Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi og læt tykkum koma inn í landið, sum Eg við eiði hevði lovað fedrum tykkara. Og Eg segði: „Aldri í allar ævir skal Eg bróta sáttmála Mín við tykkum!
2 Men tit mugu ikki gera sáttmála við teir, sum her í landinum búgva; altar teirra skulu tit bróta niður!“ Men tit hava ikki lurtað eftir orðum Mínum – hvat er tað, tit hava gjørt!
3 Eg segði eisini: „Eg skal ikki reka teir burtur fyri tykkum; teir skulu verða broddar í síðum tykkara, og gudar teirra skulu verða tykkum snerra!““
e. The Death and Burial of Joshua
2:6-9:1
6 Táið Josva hevði latið fólkið fara, fóru Ísraelsmenn hvør til arvalut sín, til at taka landið í ogn.
7 Og fólkið dýrkaði HARRAN, so leingi sum Josva livdi, og so leingi sum hinir elstu vóru á lívi, sum livdu longur enn Josva, teir, ið høvdu sæð alt stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt fyri Ísrael.
9 og teir jarðaðu hann í arvaluti hansara, í Timnat-Heres í Efra’imsfjøllum, norðan fyri Ga’asfjall.
f. Israel’s Unfaithfulness
2:10-15:1
10 Eisini alt tað ættarliðið savnaðist til fedrar sínar, og eftir tey kom eitt annað ættarlið, sum hvørki kendi HARRAN ella verkið, ið Hann hevði gjørt fyri Ísrael.
11 Tá gjørdu Ísraelsmenn tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og dýrkaðu Ba’alarnar.
12 Tey vendu sær frá HARRANUM Gudi fedra sína, sum hevði leitt tey út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, gudar tjóðanna, ið rundan um tey búðu, og tilbóðu teir og vaktu vreiði HARRANS;
14 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann gav tey ránsmonnum í hendur, og teir rændu tey; Hann seldi tey í hendur fígginda teirra, sum rundan um tey búðu, so tey vóru ikki longur ment at standa seg móti fíggindunum.
15 Hvar tey so hildu fram, var hond HARRANS móti teimum, so at teimum gekst illa – sum HARRIN hevði sagt við tey, og sum HARRIN hevði svorið – og tey komu í stóra neyð.
g. Judges Raised Up
2:16-23:1
17 Tó, heldur ikki dómarar sínar aktaðu tey; tey runnu í trúleysum fráfalli aftan á øðrum gudum og tilbóðu teir. Skjótt viku tey burtur av leiðini, ið fedrar teirra høvdu gingið í lýdni fyri boðum HARRANS – tey bregðaðu ikki til teirra.
18 Men hvørja ferð HARRIN læt dómara stíga fram millum teirra, var HARRIN við dómaranum og frelsti tey úr hondum fígginda teirra, so leingi sum dómarin livdi; tí HARRANUM tyktist synd í teimum, táið tey góvu seg undan teimum, ið plágaðu og kúgaðu tey.
19 Men við tað sama sum dómarin var deyður, bóru tey seg aftur illa at, ja, enn verri enn fedrar teirra – tey hildu seg til aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir; tey góvust ikki við óndu gerðum og ólýdna atburði sínum.
20 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann segði: „Av tí at hetta fólk hevur brotið sáttmála Mín, sum Eg gjørdi við fedrar teirra, og ikki aktað orð Míni,
21 so skal Eg heldur ikki hereftir reka so mikið sum eitt av fólkunum burtur, sum Josva læt vera eftir, táið hann doyði.
22 Við teimum skuldi Ísrael verða roynt, um tey vildu akta eftir vegi HARRANS og ganga hann – eins og fedrar teirra gjørdu – ella ikki.“
23 HARRIN læt tá hesi fólkasløg verða og hevði ongan skund við at reka tey burtur – Hann gav tey ikki í hendur Josva.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul