Dómararnir kap. 12

Uppsetan
iv. Jephthah Defeats Ephraim
12:1-7:1
1 Nú vórðu Efra’imitar stevndir saman, og teir hildu norðureftir; teir søgdu við Jefta: „Hví sendi tú ikki boð eftir okkum, táið tú fórt avstað í bardaga móti Ammonitum? Nú skulu vit seta eld á hús títt og brenna teg inni!“
2 Men Jefta svaraði teimum: „Eg og menn mínir vóru í bardaga, og Ammonitar gingu hart á okkum; tá sendi eg tykkum boð, men tit hjálptu mær ikki ímóti teimum;
3 táið eg so sá, at eingin kom mær til hjálpar, vágaði eg lívið og fór ímóti Ammonitum, og HARRIN gav teir í hendur mínar. Hví koma tit nú leikandi ímóti mær og vilja herja á meg?“
4 So savnaði Jefta alt fólkið í Gilead og leyp á Efra’imitar, og Gileadsmenn vunnu Efra’imitar; tí teir høvdu sagt: „Tit eru rýmdir úr Efra’im! Gilead liggur mitt í Efra’im, mitt í Manasse!“
5 Og Gileaditar forðaðu Efra’imitum við vaðini um Jordan; hvørja ferð onkur Efra’imitur, sum var flýddur úr bardaganum, kom og segði: „Lat meg sleppa yvirum!“ so søgdu Gileadsmenn við hann: „Ert tú Efra’imitur?“ Táið hann so svaraði nei,
6 søgdu teir við hann: „Sig sjibbolet!“ Táið hann so segði sibbolet, av tí at hann dugdi ikki at bera tað rætt fram, so løgdu teir hond á hann og høgdu hann niður har við vaðini um Jordan. Ta ferðina fullu 42000 Efra’imitar.
7 Í 6 ár var Jefta dómari í Ísrael. So doyði Jefta Gileaditur og varð jarðaður í staði sínum í Gilead.
j. Ibzan, Elon, and Abdon
12:8-15:1
9 Hann hevði 30 synir; 30 døtur gifti hann burtur, og við tað at hann fekk sonum sínum konur aðrastaðni frá, fekk hann eisini 30 døtur. Hann var í 7 ár dómari í Ísrael.
11 Eftir hann var Elon Zebulonitur dómari í Ísrael; hann var í 10 ár dómari í Ísrael.
14 Hann átti 40 synir og 30 sonasynir, sum riðu á 70 eslum. Hann var í 8 ár dómari í Ísrael.
15 So doyði Abdon Piratonitur, sonur Hillel, og varð jarðaður í Piraton í Efra’imslandi, á Amalekitafjalli.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul