Dómararnir kap. 16

Uppsetan
v. Samson Escapes Gaza
16:1-3:1
2 Táið fólkið í Gaza frætti, at Samson var komin hagar, fóru teir og løgdu seg á lúr eftir honum við býportrið; men teir hildu seg kvirrar alla náttina, tí teir søgdu: „Vit skulu steðga inntil lýsir; tá skulu vit drepa hann!“
3 Samson varð nú liggjandi hálva náttina; men á midnátt fór hann upp, tók í hurðar býportursins og báðar porturstólparnar, rykti teir upp saman við portursláini, legði tað alt samalt á herðarnar og bar tað niðan á tind fjalsins, ið er beint yvir av Hebron.
vi. Samson and Delilah
16:4-22:1
5 Tá komu høvdingar Filistara til hennara og søgdu við hana: „Fá nú lokkað út úr honum, hvat tað er, ið ger hann so óføra sterkan, og hvussu vit kunnu fáa vald á honum, so vit fáa bundið og kúgað hann! So skulu vit geva tær 1100 seklar av silvuri hvør.“
6 Dalila segði nú við Samson: „Góði, sig mær, hvat tað er, ið ger teg so óføra sterkan, og hvussu tú kanst bindast og kúgast!“
7 Samson svaraði henni: „Verði eg bundin við sjey nýggjum streingjum, sum ikki eru turrir enn, so vikni eg og verði sum ein og hvør annar.“
8 Filistarahøvdingarnir komu tá til hennara við sjey nýggjum streingjum, sum ikki vóru turrir enn, og við teimum bant hon hann;
9 samstundis hevði hon menn liggjandi á lúri í kamarinum. So segði hon við hann: „Filistarar eru á tær, Samson!“ Men hann sleit streingirnar av, sum hørtráður brestur, táið hann kemur at eldi, og tað kom ikki upp, hví hann var so sterkur.
10 Tá segði Dalila við Samson: „Tú hevur jú svikið meg og logið fyri mær! Góði, sig mær nú, hvussu tú kanst bindast!“
11 Hann svaraði henni: „Verði eg bundin við nýggjum togum, sum aldri hava verið nýtt til nakað, so vikni eg og verði sum ein og hvør annar.“
12 Tá tók Dalila nýggj tog og bant hann. So segði hon við hann: „Filistarar eru á tær, Samson!“ – Samstundis lógu menn á lúri í kamarinum. Men hann sleit togini av ørmunum, sum tað hevði verið tráður.
13 Tá segði Dalila við Samson: „Higartil hevur tú svikið meg og logið fyri mær; sig mær nú, hvussu tú kanst bindast!“ Hann svaraði henni: „Táið tú vevur teir sjey hárlokkarnar á høvdi mínum inn í garnið í vevinum!“
14 Hon sló teir so fastar við slagbumminum og segði við hann: „Filistarar eru á tær, Samson!“ Tá vaknaði hann upp úr svøvni og skræddi bæði slagbummin og garnið úr.
15 Tá segði hon við hann: „Hvussu fært tú sagt, at tú ert góður við meg, táið tú ikki hevur álit á mær! Nú hevur tú svikið meg tríggjar ferðir og ikki sagt mær, hvat tað er, ið ger teg so óføra sterkan!“
16 Táið hon nú soleiðis dag eftir dag píndi og plágaði hann við orðum sínum, varð hann so keddur av tí, at hann kundi nærum doyð.
17 Og so læt hann hjartað heilt upp fyri henni og segði við hana: „Eingin rakiknívur er komin á høvd mítt, tí eg havi verið Nasireari Guds líka frá móðurlívi; verður hárið rakað av mær, so missi eg styrki mína og vikni og verði sum ein og hvør annar.“
18 Við tað at Dalila dugdi at síggja, at nú hevði hann opnað hjartað heilt fyri henni, sendi hon boð eftir filistarahøvdingunum og læt siga: „Komið nú higar, nú hevur hann latið hjartað heilt upp fyri mær!“ Filistarahøvdingarnir komu so til hennara og høvdu peningin við sær.
19 So fekk hon hann at sovna í fangi sínum, og so rópti hon ein mann, sum rakaði teir sjey hárlokkarnar av honum. Tá fór hann at vikna, og styrkin veik frá honum.
20 Nú segði hon: „Filistarar eru á tær, Samson!“ Tá vaknaði hann og hugsaði: „Víst skal eg sleppa hesa ferðina sum áður og slíta meg leysan!“ – Men hann visti ikki, at HARRIN var vikin frá honum!
21 So løgdu Filistarar hond á hann og stungu út eygu hansara; síðani fóru teir til Gaza við honum og bundu hann við tveimum koparleinkjum; og hann noyddist at mala korn í fangahúsinum.
vii. Samson’s Vengeance and Death
16:23-31:1
23 Filistarahøvdingarnir komu nú saman at bera fram stórt sláturoffur til Dagon, gud sín, og halda høgtíð, tí teir søgdu: „Gud okkara hevur givið okkum Samson, fígginda okkara, í hendur!“
24 Táið fólkið fekk at síggja hann, lovaðu tey gudi sínum og søgdu: „Gud okkara hevur givið okkum fígginda okkara í hendur, hann, sum oyddi land okkara og drap so mangar av fólki okkara!“
25 Táið tey nú vóru komin í gott lag, søgdu tey: „Farið eftir Samson, so vit kunnu hava stuttleika av honum!“ So varð farið í fangahúsið eftir Samson, og tey stuttleikaðu sær av honum. Teir lótu hann standa millum stólparnar.
26 Men Samson segði við drongin, ið leiddi hann: „Slepp mær, og lat meg fáa nomið við stólparnar, ið húsið hvílir á, so eg fái hallað mær inn at teimum!“
27 Húsið var fult av monnum og kvinnum; har vóru allir filistarahøvdingarnir; og á takinum vóru úti við 3000 menn og kvinnur, sum hugdu at, meðan tey høvdu stuttleika av Samson.
28 Tá rópti Samson til HARRAN og segði: „Harri HARRI, kom meg í hug og gev mær styrki, á Gud, bert hesa einu ferð, so eg fái hevnt meg á Filistarar fyri annað av báðum eygum mínum!“
29 So tók Samson í báðar miðstólparnar, sum húsið hvíldi á; hann spenti móti øðrum við høgru hond og móti hinum við vinstru.
30 Og Samson segði: „Lat meg doyggja saman við Filistarum!“ So trýsti hann á, alt ið hann orkaði; tá raplaði húsið saman oman yvir høvdingarnar og oman yvir alt fólkið, ið har var inni; tey, sum hann drap í deyða sínum, vóru fleiri enn tey, sum hann hevði dripið alla tíð sína.
31 Men brøður hansara og allir skyldmenn hansara komu hagar, tóku hann við sær heim og løgdu hann í grøv Manoa, faðirs hansara, millum Zora og Estaol. – Í 20 ár hevði hann tá verið dómari í Ísrael.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul