Dómararnir kap. 17
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Epilogue: The Further Corruption of Israel
17:1-21:25
a.
Micah
17:1-18:31
i.
Micah’s Idolatry
17:1-13:1
1
Í Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Mika.
2
Hann segði við móður sína: „Hinir 1100 seklar av silvuri, ið tiknir vórðu frá tær – eg hoyrdi sjálvur, at tú baðst illbøn av hesi grund – hesin peningur er hjá mær, eg havi tikið hann, og nú skal eg lata teg fáa hann aftur.“ Tá segði móðir hansara: „Signaður veri tú av HARRANUM, sonur mín!“
3
So flýddi hann móður síni teir 1100 seklarnar av silvuri aftur, og móðir hansara segði: „Henda pening vígi eg nú HARRANUM og gevi syni mínum hann upp í hendur, so hann kann gera útskorna mynd við stoyptum stabba undir.“
4
Hann flýddi tá móður síni peningin aftur; og móðir hansara tók 200 seklar av silvuri burturav og læt tað til gullsmið, sum burtur úr tí gjørdi útskorna mynd við stoyptum stabba undir; tað varð síðani sett inn í hús Mika.
5
Hesin maður, Mika, hevði gudshús; og hann læt gera sær lívkyrtil og húsgudar og vígdi ein son sín til prest hjá sær.
6
– Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.
7
Nú var í Betlehem í Juda ungur maður; hann var Levitur, ein av teimum, sum hoyrdu heima í ætt Juda, og búði har sum fremmandur.
8
Hesin maður fór úr býi sínum, Betlehem í Juda, og ætlaði at finna sær okkurt annað stað at búgva. Á ferð síni kom hann til Efra’imsfjøll, til hús Mika.
9
Mika spurdi hann: „Hvaðani kemur tú?“ Hann svaraði: „Eg eri Levitur úr Betlehem í Juda, og eg eri nú á ferð, til at vita, um eg finni mær okkurt annað stað at búgva.“
10
Tá segði Mika við hann: „Kom og ver hjá mær og ver faðir og prestur hjá mær! Eg skal lata teg fáa tíggju seklar av silvuri um árið og halda teg við klæði og kost.“ – Hann fór tá inn hjá honum.
11
Leviturin játtaði at verða hjá manninum; og hesin ungi maður var honum sum ein av hansara egnu sonum.
12
Mika vígdi so Levitin, og hin ungi maðurin varð prestur hjá honum og varð verandi í húsi Mika.
13
Tá segði Mika: „Nú veit eg, at HARRIN fer at gera væl við meg, við tað at eg havi fingið Levit til prest!“