Dómararnir kap. 10

Uppsetan
g. Tola
10:1-2:1
1 Eftir Abimelek steig Tola fram og frelsti Ísrael; hann var sonur Pua, son Dodo, av ætt Issakars, og búði í Samir á Efra’imsfjalli.
2 Hann var í 23 ár dómari í Ísrael. Táið hann doyði, varð hann jarðaður í Samir.
h. Jair
10:3-5:1
4 Hann hevði 30 synir, sum riðu á 30 eslum, og teir høvdu 30 býir, sum enn í dag kallast tjaldbýir Ja’irs; teir liggja í Gilead.
i. Jephthah
10:6-12:7
i. Oppression by the Philistines and Ammonites
10:6-18:1
6 Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; teir dýrkaðu Ba’alarnar og Astarturnar og gudar Árams, Zidons, Móabs, Ammonita og Filistara; teir fullu frá HARRANUM og dýrkaðu ikki Hann.
7 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael; Hann seldi tey í hendur Filistara og Ammonita,
8 og teir byrjaðu sama ár at kúga Ísraelsmenn og fara illa við teimum; í átjan ár kúgaðu teir allar Ísraelsmenn, sum búðu hinumegin Jordan, í Amoritalandi, í Gilead.
9 Og Ammonitar fóru um Jordan til eisini at herja á Juda, Benjamin og hús Efra’ims, so at Ísraelsmenn komu í stóra neyð.
10 Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN og søgdu: „Vit hava syndað móti Tær, tí vit hava vent okkum frá HARRANUM Gudi okkara og dýrkað Ba’alarnar!“
11 Men HARRIN svaraði Ísraelsmonnum: „Havi Eg ikki frelst tykkum frá Egyptum, Amoritum, Ammonitum og Filistarum!
12 Og táið Zidoningar, Amalekitar og Midjanitar fóru illa við tykkum, og tit róptu til Mín, frelsti Eg tykkum úr hondum teirra.
13 Men tit vendu tykkum frá Mær og dýrkaðu aðrar gudar! Tí vil Eg ikki hjálpa tykkum uppaftur!
14 Farið nú og rópið til gudarnar, ið tit hava valt tykkum! Latið teir frelsa tykkum, nú tit eru í slíkari neyð!“
15 Tá søgdu Ísraelsmenn við HARRAN: „Vit hava syndað! Ger við okkum, sum Tær tykist gott, men frels okkum bert nú!“
16 Og tey fingu teir fremmandu gudarnar burtur og dýrkaðu HARRAN; tá orkaði Hann ikki longur at síggja neyð Ísraels.
17 Ammonitar vórðu nú stevndir saman, og teir tóku støðu í Gilead; eisini Ísraelsmenn savnaðust, og teir tóku støðu í Mizpa.
18 Tá segði fólkið – høvdingarnir í Gilead – hvør við annan: „Hvar er tann maður, ið vil byrja kríggið við Ammonitar? – Hann skal vera høvdingi yvir øllum, sum í Gilead búgva!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul