Opinberingin kap. 8

Uppsetan
ix. The Seventh Seal: Silence in Heaven
8:1-5:1
1 Táið lambið læt upp sjeynda innsiglið, varð tøgn í Himli okkurt um hálvan tíma.
2 Eg sá hinar sjey einglarnar, ið standa fyri ásjón Guds; teimum vórðu givnir sjey lúðrar.
3 Annar eingil kom og stóð við altarið; hann hevði roykilsisílat av gulli, og honum varð givið nógv roykilsi, fyri at hann skuldi leggja tað aftrat bønum alra hinna heilagra á gullaltarið framman fyri hásætið.
4 Úr hond eingilsins steig roykurin av roykilsinum við bønum hinna heilagra upp fyri ásjón Guds.
5 Eingilin tók roykilsisílatið, fylti tað við eldi av altarinum og kastaði hann á jørðina. Tá komu torur, røddir, snarljós og jarðskjálvti.
b. The Seven Trumpets
8:6-11:19
i. The First Trumpet: Hail and Fire Mixed with Blood
8:6-7:1
6 Hinir sjey einglarnir, ið høvdu hinar sjey lúðrarnar, gjørdu seg nú til at blása í teir.
7 Fyrsti eingilin blásti í lúður, tá kom heglingur og eldur, blandað við blóð, og tað varð kastað á jørðina. Og triðingurin av jørðini brendist upp, triðingurin av trøunum brendist upp, og alt grønt gras brendist upp.
ii. The Second Trumpet: A Mountain Thrown into the Sea
8:8-9:1
8 Annar eingilin blásti í lúður; tá varð eins og stórt, brennandi fjall kastað í havið. Og triðingurin av havinum varð blóð.
9 Triðingurin av hinum livandi skapningum, sum í havinum vóru, doyði, og triðingurin av skipunum gekk burtur.
iii. The Third Trumpet: The Star Named Wormwood
8:10-11:1
10 Triði eingilin blásti í lúður; tá fall niður av himli stór stjørna, brennandi sum kyndil; hon fall á triðingin av áunum og á vatnkeldurnar.
11 Navn stjørnunnar var Malurt. Og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og nógv fólk doyði av vatninum, tí tað var vorðið beiskt.
iv. The Fourth Trumpet: A Third of the Sun, Moon, and Stars Struck
8:12-13:1
12 Fjórði eingilin blásti í lúður; tá varð triðingurin av sólini raktur, og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrkur; dagurin misti triðingin av ljósi sínum, somuleiðis náttin.
13 Síðani sá eg – og eg hoyrdi ørn, ið fleyg mitt uppi undir himli, siga hart: „Vei, vei, vei teimum, ið á jørðini búgva, táið hinir tríggir einglarnir, sum blása skulu í lúður, lata lúðrar sínar ljóða!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul