Opinberingin kap. 5
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
b.
The Lamb
5:1-14:1
i.
The Lamb Takes the Scroll
5:1-10:1
1
Í høgru hond Hansara, sum í hásætinum sat, sá eg bókrullu, sum skrivað var á bæði innan og uttan, innsiglaða við sjey innsiglum.
2
Eg sá veldigan eingil, sum rópti við harðari rødd: „Hvør er verdur at lata upp bókrulluna og bróta innsigli hennara?“
3
Hvørki í Himlinum, á jørðini ella undir jørðini var nakar, sum kundi lata upp bókrulluna ella hyggja í hana.
4
Tá græt eg sárliga, tí eingin varð funnin verdur at lata upp bókrulluna ella hyggja í hana.
5
Men ein av hinum elstu segði við meg: „Grát ikki! Leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids, hevur sigrað og kann lata upp bókrulluna og hini sjey innsigli hennara.“
6
Tá sá eg mitt ímillum hásætið og hinar fýra verurnar og hinar elstu lamb standa, eins og dripið; tað hevði sjey horn og sjey eygu – tað eru hinir sjey andar Guds, ið sendir eru út um alla jørðina.
7
Tað kom og tók bókrulluna úr høgru hond Hansara, sum í hásætinum sat.
8
Táið tað tók bókrulluna, fullu hinar fýra verurnar og hinir 24 elstu niður fyri lambinum, hvørt við hørpu síni og við gullskálum, fullum av roykilsi, sum er bønir hinna heilagu.
9
Tey sungu nýggjan song og søgdu: „Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum
10
og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara; tey skulu vera kongar á jørðini!“
ii.
The Lamb Exalted
5:11-14:1
11
Og eg sá; og eg hoyrdi rødd mangra eingla rundan um hásætið, verurnar og hinar elstu; tal teirra var 10000 ferðir 10000 og 1000 ferðir 1000.
12
Teir søgdu við harðari rødd: „Verdigt er lambið, hitt dripna, at fáa mátt, ríkdóm, vísdóm, styrki, heiður, dýrd og signing!“
13
Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og á havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: „Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!“
14
– Og hinar fýra verurnar søgdu: „Amen!“ – Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu.