Opinberingin kap. 20

Uppsetan
b. The Millennial Reign
20:1-15:1
i. Satan Bound
20:1-3:1
1 Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju.
3 og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar – fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda; eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð.
ii. The First Resurrection and Reign
20:4-6:1
4 Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
5 – Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda. – Hetta er fyrra uppreisnin.
6 Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.
iii. Satan’s Release and Defeat
20:7-10:1
8 Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar – Gog og Magog – og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur.
9 Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. – Men eldur fall niður av himli og oyddi teir.
10 Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.
iv. The Great White Throne Judgment
20:11-15:1
11 Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
12 Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
13 Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
14 Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin – eldsjógvurin.
15 Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul