Seinna Korintbrævið kap. 4

Uppsetan
iii. The Light of the Gospel
4:1-6:1
1 Táið vit tí nú hava hesa tænastu, eftir teirri miskunn, ið vit hava fingið, so missa vit ikki mótið.
2 Nei, vit hava sagt okkum leysar frá hinum skammiligu loynigøtum og ganga ikki fram við sviki, ei heldur handfara vit orð Guds óærliga; nei, við at leggja sannleikan opnan fram tala vit til samvitsku hvørs menniskja fyri ásjón Guds og biðja tey taka ímóti okkum.
4 – har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.
5 Ikki okkum sjálvar prædika vit, men Kristus Jesus sum Harra, okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesusar skuld.
6 Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram.
iv. Treasure in Jars of Clay
4:7-18:1
7 Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.
10 Altíð bera vit deyða Jesusar við okkum í likaminum, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í likami okkara.
11 Ja, longu meðan vit liva, verða vit samt og javnt givnir upp til deyða fyri Jesusar skuld, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í deyðiliga holdi okkara.
13 Men við tað at vit hava sama Anda trúarinnar – sum skrivað er: „Eg trúði, tí talaði eg“ – so trúgva eisini vit; tí tala vit eisini.
14 Tí vit vita, at Hann, sum reisti upp Harran Jesus, skal eisini reisa okkum upp við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum.
15 Alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náðin kann breiðast út til tess fleiri og virka, at ríkliga verður takkað – Gudi til dýrd.
16 Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.
17 Tí trongd okkara – sum er stokkut og løtt – virkar okkum í størri og størri yvirflóð æviga fylling av dýrd,
18 við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul