Seinna Korintbrævið kap. 3

Uppsetan
ii. Ministers of a New Covenant
3:1-18:1
1 Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli! Ella man okkum, eins og summum, tørva viðmælisbrøv – til tykkara ella frá tykkum!
2 – Tit eru bræv okkara, skrivað inn í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum,
3 við tað at skilliga sæst, at tit eru bræv Kristusar, vorðið til við okkum, skrivað, ikki við blekki, men við Anda hins livandi Guds, ikki á steintalvur, men á kjøttalvur hjartans.
5 – ikki, at vit av okkum sjálvum duga at hugsa nakað upp – eins og av okkum sjálvum; dugnaskapur okkara er av Gudi,
6 sum eisini gjørdi okkum førar fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi.
7 Um nú tænasta deyðans, sum við bókstøvum var høgd inn í steinar, kom fram í dýrd, so Ísraelsmenn fingu ikki hugt á andlit Mósesar fyri dýrd andlits hansara – sum tó svann burtur –
9 Hevði tænasta fordømingarinnar dýrd, so er mangan meir tænasta rættvísinnar rík í dýrd.
10 Ja, sjálvt tað, sum dýrd hevði, er her uttan dýrd, borið saman við hesa mangan størri dýrd.
11 Tí var tað, sum burtur svann, í dýrd – mangan meir skal tað, sum varir við, vera í dýrd.
13 og gera ikki sum Móses, ið hevði fyri andlitinum, fyri at Ísraelsmenn skuldu ikki síggja enda tess, sum svann burtur.
14 Men sinni teirra varð hert; tí líka til henda dag hava tey fyri andlitinum við sama lagi, táið hin gamli sáttmálin verður lisin, hann, sum svinnur burt í Kristusi.
16 Men táið tey venda við til Harran, verður tað, sum aftur yvir liggur, tikið burt.
18 Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul