Seinna Korintbrævið kap. 2
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Tí tað setti eg í meg, at eg skuldi ikki aftur koma til tykkara við sorg.
2
Um eg nú voldi tykkum sorg, hvør er tá tann, ið ger meg glaðan, uttan tann, sum eg voldi sorg!
3
Júst tí skrivaði eg, fyri at eg ikki, táið eg kom, skuldi hava sorg av teimum, ið eg átti at havt gleði av. Tí eg havi tað álit á tykkum øllum, at tað, sum gleðir meg, gleðir tykkum øll.
4
Tað var í stórari neyð og við miklari angist í hjartanum, eg skrivaði til tykkara – við nógvum tárum – ikki fyri at gera tykkum sorg, men fyri at tit skuldu kenna kærleikan, ið eg havi til tykkara serliga.
ii.
Forgiveness for the Offender
2:5-11:1
5
Hevur nakar volt sorg, so er tað ikki mær, hann hevur volt sorg, men fyri ein part tykkum øllum – fyri at eg nú ikki skal vera ov harður.
6
Tað er honum nóg mikið, straffin, hann hevur fingið av hinum flestu,
7
so at tit tvørtur ímóti heldur skulu fyrigeva honum og troysta hann, fyri at hann skal ikki ganga til grundar í ov stórari sorg.
8
Tí áminni eg tykkum at lata kærleikan ráða móti honum.
9
Tí var tað eisini, eg skrivaði, fyri at fáa at vita, um tit standa royndina – um tit eru lýdnir í øllum.
10
Honum, ið tit fyrigeva nakað, fyrigevi eg við, sum eg eisini – um eg havi havt nakað at fyrigeva – havi fyrigivið tað fyri ásjón Kristusar, fyri tykkara skuld
11
– fyri at vit skulu ikki verða dáraðir av Satan; tí tað, sum hann hevur í huga, eru vit ikki ókunnigir við.
c.
Paul’s Ministry
2:12-6:10
i.
Triumph in Christ
2:12-17:1
12
Táið eg kom til Troas at prædika evangelium Kristusar, og dyr vóru mær latnar upp í Harranum,
13
hevði eg ongan frið í anda mínum, tí eg fann ikki Titus, bróður mín; nei, eg segði teimum farvæl og fór til Makedonia.
14
Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!
15
Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi – millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast.
16
Teimum, ið fortapast, eru vit angi av deyða til deyða; teimum, ið frelst verða, eru vit angi av lívi til lív. Og hvør dugir til hetta?
17
Tí vit eru ikki slíkir – sum so mangir – at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi.