Mika kap. 7
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Israel’s Great Misery
7:1-6:1
1
Vei mær! Mær hevur gingist, sum táið ávøksturin er savnaður um summarið, sum táið eftirhentingin aftan á vínheystið er liðug: Ikki vínber at eta, ikki fika, sum sál míni dámar!
2
Tey, sum óttast Gud, eru horvin úr landinum, ikki menniskja er sannorðað; øll somul lúra tey eftir blóði, hvør maður roynir at fáa bróður sín í garn sítt.
3
Við báðum hondum arbeiða tey uppá at fáa ilt at tykjast gott; høvdingin krevur, og dómarin er til reiðar – fyri pening; stórmaðurin sigur, hvat hann vil hava, og soleiðis fløkja teir tað saman.
4
Hin frægasti av teimum er sum tornarunnur, hin ærligasti verri enn tornagarður; dagurin, sum vaktarar* tínir hava talað um, heimsøking tín – tey koma; tá verða tey ráðleys.
5
Trúgvið ongum, ið stendur tykkum nær, lítið á ongan vin! Fyri henni, sum liggur í favni tínum, mást tú varða dyr muns tíns!
6
Tí sonurin vanvirðir faðir sín, dóttirin setur seg upp móti móður síni, sonarkonan móti vermóður síni; húsfólk mansins er fíggindar hansara.
b.
The Final Restoration of God's Kingdom
7:7-20:1
i.
Israel’s Confession and Comfort
7:7-13:1
7
Men eg skal skoða út eftir HARRANUM, bíða eftir Gudi frelsu mínar; Gud mín skal hoyra meg.
8
Gleð teg ikki uppi yvir mær, fíggindi mín! Um eg so eri fallin, komi eg aftur á føtur; um eg so siti í myrkri, er HARRIN ljós mítt.
9
Vreiði HARRANS skal eg bera – tí eg havi syndað móti Honum – inntil Hann flytur mál mítt og hjálpir mær til rætt mín; Hann skal leiða meg út í ljós, eg skal við gleði skoða rættvísi Hansara.
10
Og fíggindi mín skal síggja tað og fyllast av skomm, hann, ið sigur við meg: „Hvar er Hann, HARRIN Gud tín!“ Eygu míni skulu hava frægd av at síggja hann; tí tá skal hann verða traðkaður niður sum skarn á gøtunum.
11
Dagur kemur, táið múrar tínir skulu verða reistir aftur; tann dag skulu mark tíni verða flutt langt út.
12
Tann dag skulu tey koma til tín líka úr Assur og býum Egyptalands, ja, úr Egyptalandi líka at Ánni, frá einum havi at øðrum og frá einum fjalli til annað.
13
Men landið skal leggjast í oyði, og tað gera tey, sum í tí búgva, tað er løn fyri gerðir teirra.
ii.
God’s Compassion on Israel
7:14-20:1
14
Røkta fólk títt við stavi tínum, fylgið, ið er arvur tín, tað, sum býr fyri seg sjálvt í skógi á Karmel! Lat tey liggja og eta í Basan og Gilead eins og í gomlum døgum!
15
Eins og á teimum døgum táið tú fórt út av Egyptalandi, skal Eg lata teg síggja undurverk.
16
Heidningarnir skulu síggja tað og skammast yvir alt veldi sítt; teir skulu leggja hond á munn, oyru teirra skulu verða deyv.
17
Tey skulu sleikja dust sum ormurin; sum skriðdýrini á jørðini skulu tey bivandi koma út úr borgum sínum; til HARRAN Gud okkara skulu tey skelvandi koma og óttast teg.
18
Hvør er Gud sum Tú, Gud, sum tekur burtur misbrot teirra og fyrigevur synd teirra, ið eftir eru av arvi Hansara! Hann goymir ikki í allar ævir vreiði Sína, tí Hann hevur hug at vísa náði.
19
Hann skal aftur miskunna okkum, Hann skal traðka niður misbrot okkara. Tú skalt kasta allar syndir teirra í djúp havsins.
20
Tú skalt vísa Jákupi trúfesti, Ábrahami náði – sum Tú við eiði hevur lovað fedrum okkara í fornum døgum.