Mika kap. 2
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Woe to Oppressors
2:1-5:1
1
Vei teimum, ið hugsa upp órætt og hava ilt í huga, meðan teir liggja á legu síni, og so, av tí at teir hava makt til tað, seta tað í verk, við tað sama sum lýsir av degi!
2
Teir tráa eftir økrum – og ræna teir; teir tráa eftir húsum – og taka tey; teir gera yvirgangsverk móti manninum og húsi hansara, móti bóndanum og óðali hansara.
3
Tí sigur HARRIN so: Eg upphugsi ilt móti hesi ætt, vanlukkur, ið tit ikki skulu fáa rist av hálsi tykkara; og tit skulu ikki ganga so stoltir, tí tað verður ónd tíð.
4
Tann dag skal táttur verða kvøðin um tykkum, og sorgarsongur sungin; sagt skal verða: „Tað er yvirstaðið – okkum býður ikki bøtur; arvalut fólks míns skiftir Hann nú út til aðrar – hygg, hvussu Hann tekur hann frá mær! Til fráfalnar býtir Hann út akrar okkara!“
5
Tí skalt tú ongan hava, sum strekkir út málisnøri yvir lut í samkomu HARRANS.
iv.
Reproof of False Prophets
2:6-11:1
6
„Prædikið ikki!“ – so prædika teir; „tit mugu ikki prædika um slíkt – máti skal tó vera við háðorðum!“
7
Hvat er tað, tú sigur, hús Jákups! Er HARRIN tá skjótur at ilskast! Hava gerðir Hansara víst nakað slíkt! Eru ikki orð Míni honum mild, ið ber seg rætt at!
8
Men tað er einki nýtt, at fólk Mítt hevur reist seg sum fíggindi Mín; tit skræða kappan uttan av kyrtli friðarfólks, sum kemur gangandi og einki ilt varir.
9
Kvinnur fólks Míns reka tit út úr húsunum, sum vóru gleði teirra; frá smábørnum teirra taka tit við alla prýðið, ið Eg hevði givið teimum.
10
Avstað, og burt við tykkum! Her er eingin hvíldarstaður fyri tykkum – tað ger óreinska tykkara, sum voldir undirgang, og tað ógrøðandi undirgang!
11
Kom ein við tómum orðum og sviki og lygn og segði: „Eg skal prædika fyri tær um vín og sterkan drykk“ – hann hevði hóskað til at prædika fyri hesum fólki!
b.
Restoration of a Remnant
2:12-13:1
12
Eg skal savna teg, Jákup, savna tykkum, so mong sum tit eru; sanka saman skal Eg tað, sum eftir er av Ísrael; Eg skal reka tey saman sum seyð í rætt, sum fylgi á haga sín, so har skal verða gangur av fólki.
13
Slóðbrótarin gongur undan teimum; teir bróta seg ígjøgnum, ganga inn um portrið og fara út um tað; kongur teirra fer fyri teimum, og HARRIN er á odda hjá teimum.