Mika kap. 4
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
b.
Future Restoration
4:1-5:15
i.
The Mountain of the House of the LORD
4:1-5:1
1
Men á síðstu døgum skal so verða, at fjallið, har hús HARRANS stendur, skal vera grundfest á fjallatindunum, og tað skal standa langt upp um allar hæddir. Hagar skulu fólkini streyma,
2
ja, mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: „Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum vegir Sínar, og vit kunnu ganga leiðir Hansara!“ – Tí av Zion skal opinbering ganga út, og orð HARRANS úr Jerusalem.
3
Hann skal døma millum mong fólk og skifta rætt millum veldig fólkasløg, líka til londini longst burtur; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; tjóð skal ikki longur reiggja svørð móti tjóð, og tær skulu ikki læra seg hernað longur;
4
nei, tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey – tí muður HARRANS Guds herskaranna hevur talað.
5
Tí øll fólkasløg ganga, hvørt í navni guds síns, men vit ganga í navni HARRANS Guds okkara, í aldur og allar ævir.
ii.
Restoration of Zion
4:6-13:1
6
Tann dag – sigur HARRIN – skal Eg savna tað, ið haltar, og sanka saman tað, ið burtur er rikið, og tað, ið Eg havi farið illa við;
7
tað, ið haltar, skal Eg gera til leivd; tað, ið rikið var langt burtur, skal Eg gera til sterka tjóð. Og HARRIN skal vera kongur yvir teimum á Zionsfjalli, frá nú og í allar ævir.
8
Og tú, hirðatorn, heyggjur dóttur Zions! Til tín skal tað koma, harradømið, ið fyrr var – tað skal lutast tær, kongadømið yvir dóttur Jerusalem.
9
Hví rópar tú nú so hart? Er tá eingin kongur í tær? Er ráðgevari tín burtur, síðani verkir eru komnir á teg sum á barnakonu?
10
Ja, væl mást tú ringjast og geva teg, dóttir Zion, sum barnakona! Tí nú noyðist tú at fara út úr býnum og búgva úti á markini, og tú skalt koma líka til Bábel; har skalt tú verða bjargað; har skal HARRIN loysa teg úr hondum fígginda tína.
11
Nú hava mong fólkasløg savnað seg móti tær, og tey siga: „Hevði Zion verðið vanhalgað, so eygu okkara kundu havt frægd av at sæð tað!“
12
– Men tey vita ikki, hvat HARRIN hugsar, og skilja ikki ráð Hansara, at Hann hevur savnað tey saman sum bundi á treskiplássi.
13
– Reis teg og tresk, dóttir Zion! Tí horn títt skal Eg gera til jarn, og kleyvar tínar skal Eg gera til kopar; tú skalt sora sundur mangar tjóðir, og Eg skal lýsa rán teirra í bann til HARRAN, góðs teirra til Harran yvir allari jørðini.
14
Nú flokkast tú saman, tú dóttir flokkanna! Hervirki hava teir reist móti okkum; við stavi sláa teir dómara Ísraels undir vangan.