Mika kap. 1

Uppsetan
1. First Cycle of Judgment and Restoration
1:1-2:13
a. Judgment of Samaria and Jerusalem
1:1-2:11
i. Judgment to Come
1:1-7:1
1 Orð HARRANS, sum kom til Mika úr Moreset, á døgum Jótams, Akazar og Ezekiasar, judakonga – tað, ið hann skoðaði um Samaria og Jerusalem.
2 Hoyrið, tit fólk, øll somul! Akta eftir, tú jørð við øllum, ið á tær er! Harrin HARRIN veri vitni móti tykkum, HARRIN – úr heilaga templi Sínum!
3 Tí HARRIN kemur út úr bústaði Sínum; Hann stígur niður og gongur eftir hæddum jarðarinnar.
4 Fjøllini bráðna undir Honum, og dalarnir klovna – sum vaks fyri eldi, sum vatn, ið verður stoytt oman í bratta líð.
5 Fráfall Jákups er tað, sum ger, at alt hetta hendir – syndirnar, ið hús Ísraels hevur gjørt. Hvør er upphav at fráfalli Jákups? Er tað ikki Samaria! Og hvør er upphav at offurheyggjum Juda? Er tað ikki Jerusalem!
6 Eg skal tí gera Samaria til grótrúgvu á markini, til stað at planta víngarðar á; Eg skal rulla steinar tess oman í dalin og lata grundvøllir tess koma fyri ljósið.
7 Allar hinar útskornu myndir tess skulu verða brotnar sundur, øll skøkjuløn tess skal verða brend upp, og øllum avgudum tess skal Eg forkoma; tí av skøkjuløn hevur tað savnað sær tey, og skøkjuløn skulu tey aftur verða.
ii. Weeping and Mourning
1:8-16:1
8 Um hetta skal eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og nakin; eg skal rópa av sorg sum sjakalarnir og vena meg sum strutsarnir.
9 Tí sár tess eru ógrøðandi; vanlukkan er komin líka til Juda; hon er nádd líka at portri fólks míns, líka til Jerusalem.
10 Kunngerið ikki hetta í Gat, grátið ikki so sárliga! Í Bet-Leafra veltist eg í dustinum.
11 Farið avstað nakin og vanærd, tit, sum í Sjafir búgva! Tey, sum í Za’anan búgva, vága sær ikki út. Sorgarrópini í Bet-Ezel gera tykkum tað ómøguligt at verða har.
12 Tí tey, sum í Marot búgva, ringjast av sorg um lukku sína, sum tey hava mist; vanlukka er jú komin niður frá HARRANUM, líka at portri Jerusalems.
13 Setið hestarnar fyri vagnin, tit, sum í Lakis búgva! Upphav syndarinnar vart tú dóttur Zion; tí hjá tær vórðu misbrot Ísraels funnin.
14 Tí noyðist tú at lata Moreset-Gat fáa skilnaðargávu; húsini í Akzib verða kongum Ísraels sum svikaligur løkur.
15 Eina ferð enn skal Eg senda tykkum ránsmann, tit, sum í Maresa búgva! Til Adullam skal dýrd Ísraels koma.
16 Raka hárið av tær, klipp tað burtur, í sorg um børn tíni, sum vóru gleði tín! Ger høvd títt so skallut sum høvd gripsins – tí tey fara hertikin burt frá tær!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul