Amos kap. 7

Uppsetan
3. Visions of Judgment
7:1-9:15
a. The LORD Relented
7:1-6:1
i. The Locust Swarm
7:1-3:1
1 Hesa sjón læt Harrin HARRIN meg síggja: Har var ein, sum skapti grashoppur, táið eftirgróðurin var farin at grógva – eftirgróðurin, eftir at heystað var hjá kongi.
2 Táið tær so høvdu etið upp allar urtir í landinum, segði eg: „Harri HARRI, fyrigev! Hvussu skal Jákup halda hetta út, hann, ið so lítil er!“
ii. Judgment by Fire
7:4-6:1
4 So læt Harrin HARRIN meg síggja hesa sjón: Harrin HARRIN kallaði á eldin – til revsing; og eldurin át hitt stóra djúpið og var á veg at oyða arvalandið.
5 Tá segði eg: „Harri HARRI, halt uppat! Hvussu skal Jákup halda hetta út, hann, ið so lítil er!“
b. The LORD Does Not Relent
7:7-9:10
i. The Plumb Line
7:7-17:1
1. The Vision
7:7-9:1
7 Síðani læt Hann meg síggja hesa sjón: HARRIN stóð á loddrøttum múri við blýloddi í hondini.
8 HARRIN segði við meg: „Hvat sært tú, Amos?“ Eg svaraði: „Blýlodd.“ Tá segði HARRIN: „Eg skal nýta lodd millum fólk Mítt, Ísrael – Eg fyrigevi teimum ikki longur.
9 Offurheyggjar Ísaks skulu verða lagdir í oyði, halgidómar Ísraels skulu verða brotnir í grund, og Eg skal reisa Meg við svørði móti húsi Jeroboams.“
2. Amaziah Accuses Amos
7:10-17:1
10 Men Amazja prestur í Betel sendi Jeroboam kongi í Ísrael boð og læt siga: „Amos hevur fingið í lag samansvørjing móti tær mitt í húsi Ísraels – landið orkar ikki at bera øll orð hansara!
11 Tí so hevur Amos sagt: „Jeroboam skal falla fyri svørði, og Ísrael skal verða herleitt burt úr landi sínum.““
12 Og Amazja segði við Amos: „Far leið tína, síggjari tín, slepp tær til Judaland og et breyð títt har – har kanst tú vera profetur!
13 Men í Betel skalt tú ikki profetera longur, tí tað er halgidómur kongs og tempul ríkisins.“
14 Tá svaraði Amos Amazja so: „Eg eri eingin profetur og eingin profetalærisveinur; eg eri fæhirði og henti ávøkst morberjatræsins.
15 Men HARRIN tók meg frá fylginum, og HARRIN segði við meg: „Far og profetera fyri fólki Mínum, Ísrael!“
16 Og hoyr nú orð HARRANS! Tú sigur: „Tú mást ikki profetera móti Ísrael og ikki tala móti húsi Ísaks!“
17 Tí sigur HARRIN so: Kona tín skal verða skøkja í staðnum, synir tínir og døtur tínar skulu falla fyri svørði, jørð tín skal verða skift sundur við málisnøri, og sjálvur skalt tú doyggja í óreinum landi; og Ísrael skal fara herleitt av landi sínum.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul