Amos kap. 4

Uppsetan
b. Punishment Brings No repentance
4:1-13:1
1 Hoyrið hetta orð, tit basanskýr á Samariafjalli, tit, sum kúga tey, ið lítið hava at týða, sum sora sundur hini fátæku og siga við menn tykkara: „Komið við víni, so vit fáa drukkið!“
2 Harrin HARRIN hevur svorið um heilagleika Sín: Dagar skulu koma á tykkum, táið tit skulu verða drignar avstað við krókum, og tær av tykkum, ið eftir eru, við onglum.
3 Tá skulu tit fara út um múrskørðini, hvør beinu leið sína fram, og tit skulu kasta gudar tykkara burt – sigur HARRIN.
4 Farið til Betel – og syndið! Farið til Gilgal – og syndið, so munar! Berið hvønn morgun fram sláturoffur tykkara, triðjahvønn dag tíggjundir tykkara!
5 Latið royk av súrgaðum breyði stíga upp sum takkoffur, boðið sjálvkravd offur – kunngerið tey! Tí slíkt dámar tykkum, tit Ísraelsmenn! – sigur Harrin HARRIN.
6 Og tó havi Eg latið tykkum ganga við tómum munni í øllum býum tykkara og latið tykkum fattast breyð, allastaðni har tit búgva – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
7 Eg havi sýtt tykkum regn, táið enn vóru tríggir mánaðir til heystið, og havi latið regna yvir ein bý og ikki yvir ein annan; ein akur fekk regn, og ein annar tornaði upp, tí einki regn kom á hann;
8 tveir, tríggir býir reikaðu til ein og sama bý eftir vatni at drekka og fingu tó ikki tostan sløktan – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
9 Eg havi sligið tykkum við kornbrenning og gulnan; grashoppurnar ótu upp allar urtagarðar og víngarðar, øll fikutrø og oljutrø tykkara – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
10 Eg havi sent pest ímillum tykkara sum hinaferð í Egyptalandi; Eg havi dripið unglingar tykkara við svørði og latið hestar tykkara verða til herfong; Eg læt stinkin av heri tykkara stíga upp í nøs tykkara – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
11 Eg havi stoytt umkoll býum hjá tykkum, sum Gud stoytti umkoll Sodoma og Gomorra, og tit vórðu sum brandur, ið ryktur er út úr eldinum – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
12 Tí skal Eg gera so við teg, Ísrael! Og við tað at Eg fari at gera so við teg, tá ger teg til reiðar at møta Gudi tínum, Ísrael!
13 Tí Hann, sum virkar fjøllini, skapir vindin og opinberar menniskjunum hugsanir teirra – Hann, sum ger morgunroðan til myrkur og gongur eftir hæddum jarðarinnar – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul