Amos kap. 2

Uppsetan
vii. Judgment on Moab
2:1-3:1
1 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Móab trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir brendu til kálk beinini í edomskongi –
2 nei, Eg skal senda eld móti Móab, og hann skal oyða hallir Kerijots; Móab skal doyggja í vápnagnýggi, meðan herróp ljóða, og hornið verður blást.
3 Eg skal oyða dómaran av landi teirra, og allar høvdingar teirra skal Eg drepa saman við honum – sigur HARRIN.
viii. Judgment on Judah
2:4-5:1
4 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Juda trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir vanvirdu lóg HARRANS og hildu ikki boð Hansara, villleidd av lygigudum sínum, sum fedrar teirra høvdu hildið seg til –
b. Judgment on Israel
2:6-16:1
6 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ísrael trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir selja hin sakleysa fyri pening og hin fátæka fyri einar skógvar.
7 – Teir stunda eftir at síggja dust á høvdi hinna ørmu og boyggja rætt hinna eyðmjúku. Faðir og sonur ganga til somu gentu og vanhalga soleiðis heilaga navn Mítt.
8 Á pantsettum klæðum liggja teir og strekkja seg hjá hvørjum altari, og vín, sum teir hava tikið í bót, drekka teir í húsi Guds síns.
9 Og Eg oyddi tó Amoritar fyri teimum, teir, ið vóru so høgir sum sedristrø og so sterkir sum eikitrø; Eg forkom ávøksti teirra í erva og rótum teirra í neðra.
10 Eg flutti tykkum út av Egyptalandi og leiddi tykkum 40 ár í oyðimørkini, so tit skuldu fáa land Amorita í ogn;
11 Eg uppvakti summar av sonum tykkara til profetar og summar av unglingum tykkara til Nasirearar – er tað ikki so, tit Ísraelsmenn! sigur HARRIN.
13 Eg skal tí lata jørðina riða undir tykkum, eins og vagnur riðar, táið hann er fullur av bundum;
14 hin kviki skal einki skýli finna, og hin sterki skal ikki fáa nýtt mátt sín, ei heldur kappin fáa bjargað lívi sínum;
15 bogamaðurin skal ikki vera mentur at standa; hin fótfimi skal ikki fáa bjargað lívinum, ei heldur hestmaðurin á hesti sínum;
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul