Ezra kap. 8

Uppsetan
iv. The Exiles Who Returned with Ezra
8:1-14:1
1 Hetta vóru ættarhøvdingarnir, ið komu við mær heim úr Bábel, meðan Artaxerxes kongur sat við stýrið – teir verða her roknaðir upp eftir ættum sínum:
2 Av eftirkomarum Pinehasar Gersom; av eftirkomarum Itamars Dániel; av eftirkomarum Dávids Hattus;
3 av eftirkomarum Sekanja – av eftirkomarum Paros – Zakarja, og við honum 150 mans, sum vóru uppskrivaðir í ættarbók;
13 av eftirkomarum Adonikams nakrir, ið komu seinni – teir itu Elifelet, Je’uel og Semaja – og við teimum 60 mans;
v. Ezra Sends for the Levites
8:15-20:1
15 Eg savnaði teir saman við ánna, sum rennur í Ahava, og vit reistu tjøldini og lógu har tríggjar dagar. Men táið eg hugdi gjøllari at fólkinum og prestunum, fann eg ongar Levitar har.
16 Eg sendi tí boð eftir Eliezer ættarhøvdinga, Ariel, Semaja, Elnatan, Jarib, Elnatan, Natan, Zakarja og Mesullam og eftir lærarunum Jójarib og Elnatan.
17 Teir sendi eg til Iddo høvdinga í Kasifja og legði teimum orð í munnin, sum teir skuldu yvirtala Iddo og brøður hansara við – tempultænararnar í Kasifja – til at senda okkum tænarar til hús Guds okkara.
18 Og við tað at Gud okkara helt góðu hond Sína yvir okkum, sendu teir okkum skilagóðan mann, ið æt Serebja, eftirkomara Mali, son Levi, son Ísrael – hann og synir og brøður hansara, 18 tilsamans –
19 eisini Hasabja og við honum Jesaja av eftirkomarum Merari, og brøður hansara og synir teirra, 20 tilsamans,
20 og av tempultænarunum, sum Dávid og høvdingarnir høvdu givið Levitunum til tænarar, 220 mans, sum allir vóru nevndir við navni.
vi. Fasting for Protection
8:21-23:1
21 So læt eg har við ánna Ahava boða føstu, at vit skuldu eyðmýkja okkum fyri ásjón Guds okkara og biðja Hann lata eydnuna vera við okkum og børnum okkara og øllum, ið vit áttu, á ferðini.
22 Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: „Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl; men máttur og vreiði Hansara eru yvir øllum teimum, ið venda Honum bakið.“
vii. Priests to Guard the Offerings
8:24-30:1
24 Síðani valdi eg út tólv av prestahøvdingunum og Serebja og Hasabja og tíggju av brøðrum teirra;
25 teimum vigaði eg út silvurið, gullið og íløtini – gávuna til hús Guds okkara, sum kongur, ráðgevarar og høvdingar hansara og allir Ísraelsmenn, ið har búðu, høvdu latið;
26 eg vigaði teimum út 650 talentir av silvuri, silvuríløt, sum vóru 100 talentir í virði, 100 talentir av gulli,
27 20 gullkannur, sum vóru 1000 darikar í virði, og 2 íløt av fínum, skínandi kopari, sum var at meta javnt við gull í virði.
28 Og eg segði við teir: „Tit eru halgaðir HARRANUM, og íløtini eru halgað Honum, og silvurið og gullið eru sjálvkravd gáva til HARRAN Gud fedra tykkara.
29 Vakið tí yvir hesum og ansið eftir tí, inntil tit fáa vigað tað út í Jerusalem, í kømurum hús HARRANS, fyri eygum prestahøvdinganna, Levitanna og ættarhøvdinga Ísraels!“
30 Prestarnir og Levitarnir tóku tá við silvurinum, gullinum og íløtunum – hesum, ið vigað var – til at flyta tað til Jerusalem, til hús Guds okkara.
viii. Arrival in Jerusalem
8:31-36:1
31 Síðani hildu vit avstað frá ánni Ahava, tann tólvta í fyrsta mánaði, til at fara til Jerusalem; og Gud okkara helt hond Sína yvir okkum, so Hann frelsti okkum undan hondum fígginda og slíkra, sum lógu og lúrdu eftir okkum á vegnum.
33 Men fjórða dagin vórðu silvurið, gullið og íløtini vigað í húsi Guds okkara og latin upp í hendur Merimots prests, sonar Uria; saman við honum var Eleazar, sonur Pinehas, hjástaddur og tók ímóti, og somuleiðis Levitarnir Józabad, sonur Josva, og Noadja, sonur Binnui.
35 Hinir burtfluttu, ið heimaftur vóru komnir úr útlegdini, ofraðu nú Gudi Ísraels brennioffur; teir ofraðu 12 tarvar – fyri alt Ísrael – 96 veðrar, 77 lomb og 12 syndoffurbukkar – alt samalt sum brennioffur til HARRAN.
36 So fluttu teir jøllum kongsins og landsstjórunum hinumegin Ánna boð kongsins. Hesir veittu tá fólkinum og húsi Guds dugnað.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul