Ezra kap. 2

Uppsetan
iii. List of Returning Exiles
2:1-70:1
1 Hetta vóru menninir úr landspartinum,* sum fóru heim úr útlegdini í hinum fremmanda landi; Nebukadnezar bábelskongur hevði herleitt teir til Bábel, men nú fóru teir aftur til Jerusalem og Juda, hvør til bý sín;
2 teir komu í fylgi við Zerubbabel, Josva, Nehemiasi, Seraja, Re’elaja, Mordokai, Bilsan, Mispar, Bigvai, Rehum og Ba’ana. Talið á monnunum av Ísraelsfólki var:
42 Eftirkomarar duravaktaranna vóru: Eftirkomarar Sallums, Aters, Talmons, Akkubs, Hatita og Sobai – tilsamans 139.
59 Hesir vóru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsa, Kerub, Addan og Immer, men sum ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum – um teir vóru av Ísrael:
61 Og av eftirkomarum prestanna: Eftirkomarar Habaja, Hakkoz og Barzillai – hansara, sum hevði tikið dóttur Barzillai Gileadit til konu og var uppkallaður eftir teimum.
62 Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum;
63 og landsstjórin* segði við teir, at teir máttu ikki eta av hinum háheilaga, fyrrenn prestur við urim og tummim** var komin.
65 umframt tænarar og arbeiðskonur teirra; tey vóru 7337; teir høvdu eisini 200 sangarar og sangarinnur.
68 Summir ættarhøvdingarnir góvu, táið teir komu til hús HARRANS í Jerusalem, sjálvkravdar gávur til hús Guds, so tað kundi verða upp aftur bygt, har sum tað hevði staðið;
69 teir góvu eftir førimuni til byggikassan: 61000 darikar* í gulli og 5000 minur í silvuri, harumframt 100 prestakyrtlar.
70 Bæði prestarnir, Levitarnir, nakað av fólkinum, sangararnir, duravaktararnir og tempultænararnir búsettust í býum sínum, og annars búði alt Ísrael í býum sínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul