Ezra kap. 4

Uppsetan
iii. Adversaries Hinder the Work
4:1-24:1
1. Opposition under Cyrus
4:1-5:1
1 Táið nú óvinir Juda og Benjamins fingu at frætta, at teir, ið verið høvdu í útlegd, bygdu HARRANUM Gudi Ísraels tempul,
2 komu teir til Zerubbabel og ættarhøvdingarnar og søgdu við teir: „Loyvið okkum at vera uppi í við tykkum at byggja! Vit søkja jú Gud tykkara eins og tit, og til Hansara hava vit ofrað, líka síðani Asarhaddon assýriakongur livdi, hann, sum flutti okkum higar!“
3 Men Zerubbabel, Josva og hinir ættarhøvdingar Ísraels svaraðu teimum: „Tað hoyrir ikki til, at tit skulu vera uppi í við okkum at byggja Gudi okkara hús; nei, vit vilja vera einsamallir um at byggja HARRANUM Gudi Ísraels húsið – soleiðis sum Kýrus kongur, kongurin í Persia, hevur álagt okkum!“
4 Tá loyptu fólkini, sum í landinum búðu, mótloysi á Judafólk og ræddu teir frá at byggja.
5 Teir leigaðu menn til at leggja ráð ímóti teimum og fáa ætlan teirra at bresta; soleiðis var tilgongdin, so leingi sum Kýrus persarakongur livdi, líka inntil Darius persarakongur tók ríkið.
2. Opposition under Xerxes
4:6
6 Meðan Ahasverus var kongur, í teirri fyrstu tíðini hann sat við stýrið, skrivaðu teir klagu móti teimum, sum í Juda og Jerusalem búðu.
3. Opposition under Artaxerxes
4:7-24:1
7 Meðan Artaxerxes livdi, skrivaðu Bislam, Mitredat, Tabe’el og allir hinir embætisbrøður hansara Artaxerxes kongi í Persia bræv; tað var skrivað við árameiskari skrift og umsett til árameiskt.
8 Rehum ráðharri og Simsai skrivari skrivaðu Artaxerxes kongi bræv móti Jerusalem; innihaldið kemur her.
9 – Teir, ið ta ferðina skrivaðu, vóru Rehum ráðharri, Simsai skrivari og allir hinir embætisbrøður teirra, teir úr Dina, Afarsatka, Tarpela, Persia, Erek, Bábel, Susan, Deha, Elam
10 og hini fólkini, ið hin stóri og navngitni Osnappar flutti burtur og læt búgva í býum Samaria og aðrastaðni í landinum hinumegin Ánna* – og so framvegis.
11 Hetta er avskrift av brævinum, ið teir sendu honum – Artaxerxes kongi: „Tænarar tínir, menninir hinumegin Ánna“ – og so framvegis.
12 „ – Tað veri konginum kunngjørt, at Jødarnir, ið komnir eru haðani frá tær higar til okkara, til Jerusalem, byggja nú upp aftur henda ónda uppreistrarbý; teir seta múrarnar í stand og væla um grundvøllin.
13 Nú veri tað konginum kunngjørt, at verður hesin býur upp aftur bygdur, og verða múrarnir settir í stand, so lata teir hvørki skatt, toll ella vegpening, og hetta verður at minka um inntøkur konganna.
14 Við tað at vit nú eta salt kongshallarinnar, og tað ikki sømir seg, at vit síggja tapið, ið verður konginum volt, so senda vit nú boð og lata kongin vita hetta,
15 so tú kanst lata hyggja eftir í krønikubók fedra tína; í henni skalt tú finna og síggja, at hesin býur hevur verið uppreistrarbýur, ið hevur volt kongum og londum skaða, og at teir frá fornari tíð hava gjørt uppreistur har; tí varð eisini hesin býur lagdur í oyði.
16 So lata vit nú kongin vita, at verður hesin býur upp aftur bygdur, og múrarnir settir í stand, so verður úrslitið, at tú einki land fert at eiga longur hinumegin Ánna.“
17 Kongurin sendi nú hetta svar til Rehum ráðharra, Simsai skrivara og allar hinar embætisbrøður teirra, sum búðu í Samaria og aðrastaðni í landinum hinumegin Ánna: „Friður“ – og so framvegis.
19 Og eftir boði mínum er hugt eftir og funnið, at hesin býur frá fornari tíð hevur sett seg upp móti kongum, og at fráføll og uppreistrar hava verið í honum.
20 Yvir Jerusalem hava rátt kongar við stórum veldi, sum hava verið harrar yvir øllum landinum hinumegin Ánna, og sum skattur, tollur og vegpeningur hevur verið latin til.
21 Gevið tí nú boð um at steðga hesum monnum, so hesin býur verður ikki upp aftur bygdur, fyrrenn boð kemur frá mær!
22 Og varðið tykkum væl, at einki verður ógjørt hesum viðvíkjandi, so ikki skaðin verður størri, og kongarnir koma at missa!“
23 Við tað sama sum avskriftin av hesum brævi frá Artaxerxes kongi var lisin fyri Rehum, Simsai skrivara og embætisbrøðrum teirra, skundaðu teir sær til Jødarnar í Jerusalem og noyddu teir við valdi at steðga arbeiðinum.
24 So kom steðgur í arbeiðið upp á hús Guds í Jerusalem, og tað stóð stilt, líka inntil annað árið ið Darius persarakongur sat við stýrið.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul