Fimta Mósebók kap. 8

Uppsetan
3. Warning Against Becoming Proud
8:1-10:11
a. God has Provided All
8:1-20:1
1 „Øll boðini, ið eg í dag áleggi tær, skulu tit akta væl eftir at halda; so skulu tit liva og verða mong í tali og koma inn í landið, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara, og taka tað í ogn.
2 Tú skalt minnast allan vegin, ið HARRIN Gud tín hevur leitt teg hesi fjøruti ár í oyðimørkini – fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var, um tú fórt at halda boð Hansara ella ikki.
3 Ja, Hann eyðmýkti teg og læt teg svølta, og Hann gav tær manna at eta, føði, sum hvørki tú ella fedrar tínir kendu – so tú skuldi vita, at menniskjað livir ikki bert av breyði, men at menniskjað livir av hvørjum orði, ið gongur út av munni HARRANS.
4 Klæði tíni slitust ikki av kroppi tínum, og føtur tínir hovnaðu ikki, hesi fjøruti ár.
5 Tí skalt tú vita og taka tær at hjarta, at eins og maður uppfostrar son sín, so uppfostrar HARRIN Gud tín teg.
7 Táið nú HARRIN Gud tín leiðir teg inn í gott land, land við løkjum, keldum og djúpum vøtnum, sum springa upp í dølunum og á fjøllunum,
8 land við hveiti og byggi, við víntrøum, fikutrøum og granateplatrøum, land við oljutrøum og hunangi,
9 land, har tú ikki í armóð skalt eta breyð títt, har tær einki skal fattast, land, har steinarnir eru jarn, og har tú kanst høgga kopar úr fjøllunum,
10 og tú so etur teg mettan og lovar HARRANUM Gudi tínum fyri hitt góða land, ið Hann hevur givið tær –
11 varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN Gud tín, so tú aktar ikki eftir boðum, fyriskipanum og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær!
12 Ja, varða teg, at tú ikki, táið tú etur teg mettan og byggir tær góð hús og býrt í teimum,
13 táið neyt tíni og smáfæ títt nørast, silvur og gull títt verður meiri og meiri, og øll ogn tín veksur
14 – at hjarta títt tá ikki verður hugmóðigt, so tú gloymir HARRAN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum,
15 Hann, sum leiddi teg í hini stóru, ræðuligu oyðimørk, millum eiturormar og skorpiónir og á vatnleysum turrlendi, Hann, sum læt vatn renna til tín út úr hinum harða kletti,
16 Hann, sum í oyðimørkini gav tær manna at eta, føði, sum fedrar tínir kendu ikki – fyri at eyðmýkja teg og royna teg – og so til endan gera væl við teg!
17 Sig tá ikki í hjartanum: „Tað er máttur mín og sterka hond mín, ið hevur vunnið mær alt hetta ríkidømi!“
18 Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.
19 Men gloymir tú HARRAN Gud tín og heldur teg til aðrar gudar og dýrkar og tilbiður teir – so vitni eg í dag fyri tykkum, at tit skulu vissuliga ganga til grundar.
20 Eins og heidningarnir, ið HARRIN letur ganga til grundar fyri tykkum, so skulu eisini tit ganga til grundar, aftur fyri at tit hoyrdu ikki rødd HARRANS Guds tykkara!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul