Fimta Mósebók kap. 30

Uppsetan
ii. The Promise of Restoration
30:1-10:1
1 „Táið tá alt hetta kemur yvir teg, signingin og bannið, sum eg havi lagt fyri teg, og tú tekur tær tað at hjarta úti millum øll fólkini, ið HARRIN Gud tín fer at reka teg burtur til,
2 og tú av øllum hjarta tínum og allari sál tíni vendir við til HARRAN Gud tín og hoyrir rødd Hansara í øllum, sum eg í dag gevi tær boð um – bæði tú og børn tíni –
3 tá skal HARRIN Gud tín venda lagnu tíni og vísa tær náði og savna teg saman aftur frá øllum fólkunum, ið HARRIN Gud tín hevur spjatt teg ímillum.
4 Um tit so eru rikin burtur líka at enda himmalsins, skal HARRIN Gud tín savna teg saman og fara hagar eftir tær.
5 HARRIN Gud tín skal leiða teg til landið, ið fedrar tínir áttu, og tú skalt fáa tað í ogn; Hann skal gera væl við teg og lata teg nørast, enn meiri enn fedrar tínar.
6 HARRIN Gud tín skal umskera hjarta títt og hjarta eftirkomara tína, so tú elskar HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum og allari sál tíni, og tá skalt tú sleppa at liva.
7 HARRIN Gud tín skal leggja øll hesi bann á fíggindar tínar og á tey, ið hava hatað teg og ligið eftir tær;
8 men tú skalt aftur hoyra rødd HARRANS og halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær.
9 Og HARRIN Gud tín skal geva tær ríviligt av øllum, ið gott er, í øllum tí, sum tú fert undir at gera, bæði av lívsfrukt tíni, av fruktini av fæi tínum og av ávøksti lands tíns; tí HARRIN skal aftur hava gleði av tær, sum Hann hevði gleði av fedrum tínum, og gera væl við teg
10 – so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns og aktar eftir boðum og lógum Hansara, sum skrivað standa í hesi lógbók, og so satt sum tú av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni vendir við til HARRAN Gud tín.
iii. The Choice of Life or Death
30:11-20:1
11 Tí hetta boð, sum eg gevi tær í dag, er tær ikki ov svárt, og tað er heldur ikki langt burtur.
12 Tað er ikki uppi í Himli, so tú ert noyddur at siga: „Hvør skal fara upp til Himmals fyri okkum at fáa okkum tað niður og lata okkum hoyra tað, so vit fáa gjørt eftir tí?“
13 Tað er heldur ikki hinumegin havið, so tú noyðist at siga: „Hvør skal fara um havið fyri okkum og fáa okkum tað higar og lata okkum hoyra tað, so vit fáa gjørt eftir tí?“
14 Nei, orðið er tær heilt nær, í munni og hjarta tínum, so tú fært gjørt eftir tí!
15 Tú sært – eg havi í dag lagt fyri teg lívið og hitt góða og deyðan og hitt illa,
16 við tað at eg í dag áleggi tær at elska HARRAN Gud tín, at ganga leiðir Hansara og akta eftir boðum, lógum og fyriskipanum Hansara, so tú kanst liva og nørast, og HARRIN Gud tín kann signa teg í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
17 Men vendir hjarta títt sær burtur, og vilt tú ikki akta, ja, letur tú teg dára og tilbiður aðrar gudar og dýrkar teir,
18 so kunngeri eg tykkum í dag, at tit skulu vissuliga ganga til grundar; tit skulu ikki leingi liva í landinum, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, táið tú ert farin um Jordan.
19 Eg taki í dag himmal og jørð til vitni móti tykkum, at eg havi lagt fyri teg lívið og deyðan, signingina og bannið – vel tí lívið, so tú og avkom títt kunnu liva!
20 Elska HARRAN Gud tín, hoyr rødd Hansara og halt teg til Hansara! Tí hetta er lív títt, og tá skalt tú náa høgan aldur og sleppa at vera í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at Hann skuldi geva teimum.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul