Fimta Mósebók kap. 20
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Laws of Warfare
20:1
1
„Táið tú fert í bardaga móti fígginda tínum, og tú sært hestar og vagnar og meiri herfólk, enn tú hevur sjálvur, mást tú ikki ræðast teir; tí HARRIN Gud tín er við tær, Hann, sum leiddi teg út av Egyptalandi.
2
Táið tit so skulu herja á í bardaga, skal presturin stíga fram og tala til fólkið.
3
Hann skal siga við teir: „Hoyr, Ísrael! Tit halda í dag út í bardaga móti fíggindum tykkara; latið ikki mótið falla, óttist ikki, verið ikki bangnir, ræðist teir ikki!
4
Tí HARRIN Gud tykkara kemur sjálvur við tykkum at berjast fyri tykkum móti fíggindum tykkara og bjarga tykkum.“
5
Og umsjónarmenninir skulu tala til fólkið og siga: „Er her onkur maður, ið hevur bygt sær nýtt hús, men ikki vígt tað, so kann hann fara heimaftur til hús sítt, so ikki – um hann fellur í bardaganum – ein annar kemur at víga tað.
6
Er her onkur maður, ið hevur plantað víngarð, men ikki tikið hann í brúk, so kann hann fara heimaftur til hús, so ikki – um hann fellur í bardaganum – ein annar kemur at taka hann í brúk.
7
Og er her onkur maður, ið hevur trúlovað seg við kvinnu, men ikki tikið hana til konu, so kann hann fara heimaftur til hús, so ikki – um hann fellur í bardaganum – ein annar kemur at eiga hana.“
8
Umsjónarmenninir skulu framvegis tala til fólkið og siga: „Er her onkur maður, sum er ræddur og mótfallin, so kann hann fara heimaftur til hús, so ikki brøður hansara skulu missa mótið, eins og hann.“
9
Táið so umsjónarmenninir eru lidnir at tala til fólkið, skulu teir seta herhøvdingar yvir tað.
10
Táið tú kemur til ein bý og ætlar at herja á hann, tá skalt tú fyrst bjóða honum frið.
11
Tekur hann tá við friðartilboðnum, og letur tær upp portur síni, so skal alt fólkið í býnum hava skyldu at arbeiða hjá tær og tæna tær.
12
Men vil hann ikki gera frið við teg, men berjast við teg, so skalt tú kringseta hann;
13
og HARRIN Gud tín skal geva hann í hendur tínar; tú skalt høgga alt mannkyn har niður við svørði;
14
men kvinnurnar, børnini, fæið og alt, sum í býnum er – alt tað, ið har er at ræna – kanst tú taka tær sum herfong, og tú kanst gera tær til góða við tí, ið rænt verður frá fíggindum tínum, tí, sum HARRIN Gud tín gevur tær.
15
So skalt tú gera við allar býir, ið liggja langt burtur frá tær og ikki hoyra til býirnar hjá hesum fólkasløgum her;
16
men í býunum, sum hoyra hesum fólkum til, sum HARRIN Gud tín gevur tær í ogn, her mást tú ikki lata eina sál sleppa at liva;
17
nei, tú skalt sláa tey við banni, bæði Hetitar, Amoritar, Kána’anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar – soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær.
18
Annars kunnu tey læra tykkum at taka eftir øllum tí viðurstyggiliga, ið tey sjálv gera gudum sínum til heiður, so tit synda móti HARRANUM Gudi tykkara.
19
Táið tú í langa tíð mást halda ein bý kringsettan til at vinna á honum og taka hann, mást tú ikki forkoma trøunum har rundanum við at høgga í tey við øks; tú kanst eta av teimum, men tú mást ikki høgga tey niður – trøini á markini eru tá ikki menniskju, so tú skuldi barst við tey eisini!
20
Bert tey trø, ið tú veitst, ikki bera etandi ávøkst, tey kanst tú oyða og høgga niður og nýta tey at reisa hervirki av móti býnum, sum er í ófriði við teg, inntil hann fellur.“