Triðja Mósebók kap. 6
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
2
„Gev Áron og sonum hansara hetta boð: „Hetta er lógin um brenniofrið: Brenniofrið skal verða liggjandi á eldstaði altarsins alla náttina, líka til morgunin eftir, og altareldurin skal verða hildin brennandi við tí.
3
So skal presturin lata seg í línklæði síni og vera í løriftsbuksum næst kroppinum, og hann skal taka burtur øskuna eftir brenniofrið, ið eldurin hevur brent upp á altarinum, og stoyta hana øðrumegin altarið.
4
Síðani skal hann lata seg úr aftur klæðunum og fara í onnur klæði og bera øskuna út um tilhaldið, á reint stað.
5
Men eldurin skal verða hildin brennandi á altarinum, hann má ikki doyggja út; hvønn morgun skal presturin leggja við aftrat eldinum og leggja brenniofrið oman á viðin og so brenna tað feita av takkofrinum á honum.
6
– Eldurin skal brenna á altarinum samt og javnt; hann má aldri kólna út.
7
Hetta er lógin um matofrið: Synir Áron skulu bera tað fram fyri ásjón HARRANS, fram at altarinum.
b.
Laws for the Aaronic Priesthood
6:8-7:38
i.
The Burnt Offering
6:8-13:1
8
So skal presturin taka ein neva av fínamjøli og olju matoffursins og alt roykilsið, ið er á matofrinum, og brenna tað á altarinum til góðan anga, minningaroffur til HARRAN.
9
Men avlopið av tí skulu Áron og synir hansara eta; ósúrgað skal tað verða etið og á heilagum staði; í forgarði samkomutjaldsins skulu teir eta tað.
10
Tað má ikki bakast við súrdeiggi; Eg havi givið teimum tað sum part teirra av eldofrum Mínum; tað er háheilagt eins og syndofrið og skyldofrið.
11
Alt mannkyn av børnum Árons kann eta tað; gjøgnum allar tíðir, mann eftir mann, skal tað vera partur teirra av eldofrum HARRANS; ein og hvør, ið nemur við tað, verður heilagur.““
12
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
13
„Hetta er ofrið, ið Áron og synir hansara skulu bera HARRANUM fram, tann dagin teir verða salvaðir: Tíggjundapartin av efu av fínum mjøli sum dagligt matoffur, helvtina um morgunin og helvtina um kvøldið.
ii.
The Grain Offering
6:14-23:1
14
Tað skal gerast til á plátu, við olju; væl knoðað skal tað vera, táið tú bert tað fram, og tú skalt bróta tað í bitar; matoffur, ið er brotið í bitar, skalt tú bera fram, HARRANUM til góðan anga.
15
Tann av sonum hansara, sum verður salvaður til prest í stað hansara, skal gera tað til; ævig lóg skal hetta vera; tað skal brennast upp, alt sum tað er, fyri HARRANUM.
16
Eitt og hvørt matoffur, ið prestur ber fram fyri seg sjálvan, skal vera heiloffur; tað má ikki etast.“
17
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
18
„Tala við Áron og synir hansara og sig: „Hetta er lógin um syndofrið: Á sama staði sum brenniofrið verður dripið, skal eisini syndofrið verða dripið, fyri ásjón HARRANS; tað er háheilagt.
19
Tann prestur, ið ber fram syndofrið, skal eta tað; tað skal etast á heilagum staði, í forgarði samkomutjaldsins.
20
Ein og hvør, ið nemur við kjøt tess, verður heilagur, og kemur nakað av blóðinum úr tí á klæði, skal plaggið, ið blóðið er komið á, vaskast á heilagum staði.
21
Verður kjøtið kókað í leirílati, skal ílatið brótast sundur, og verður tað kókað í koparílati, skal tað skúrast og skolast í vatni.
22
Alt mannkyn millum prestarnar kann eta tað; tað er háheilagt.
23
Men tað syndoffur, hvørs blóð verður borið inn í samkomutjaldið at gera bót við í halgidóminum, má aldri etast; tað skal brennast upp.“