Triðja Mósebók kap. 21
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
6.
Holiness Required of Priests
21:1-22:33
a.
Requirements for Priests
21:1-22:16
i.
Behavioral Requirements
21:1-15:1
1
HARRIN segði við Móses: „Tala við prestarnar, synir Áron, og sig við teir: „Prestur má ikki gera seg óreinan millum fólk sítt við at nema við lík,
2
uttan so tað er eitt av næsta skyldfólki hansara, móðir, faðir, sonur, dóttir, bróðir,
3
ella systir – um so er at hon var moyggj og enn hoyrdi ættini til – ikki var burturgift; við henni kann hann gera seg óreinan.
4
Hann má ikki gera seg óreinan; tí hann er høvdingi millum fólk sítt, hann má ikki vanhalga seg.
5
Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.
6
Heilagir skulu teir vera fyri Gudi sínum og ikki vanhalga navn Guds síns; tí teir bera fram eldoffur HARRANS, mat Guds síns; tí skulu teir vera heilagir.
7
Eingin av teimum má giftast við skøkju ella kvinnu, ið vanærd er, heldur ikki við kvinnu, ið maðurin hevur rikið frá sær; tí presturin er heilagur fyri Gudi sínum.
8
Tú skalt rokna hann heilagan; tí hann ber fram mat Guds tíns; hann skal vera tær heilagur, tí heilagur eri Eg, HARRIN, sum halgar tykkum.
9
Táið prestadóttir vanhalgar seg við skøkjulívi, vanhalgar hon faðir sín; hon skal brennast á báli.
10
Tann, ið høvuðsprestur er millum brøður sínar, tann, á hvørs høvur salvuoljan er úthelt, og sum er vígdur og hevur latið seg í hini heilagu klæðini, hann má hvørki ganga ógreiddur ella skræða klæðini.
11
Hann má einki lík fara til; nei, enntá ikki við faðir sínum ella móður síni má hann gera seg óreinan.
12
Hann má ikki fara úr halgidóminum, so hann vanhalgar halgidóm Guds síns; tí salvuolja Guds hansara, sum hann varð vígdur við, er á honum. – Eg eri HARRIN!
13
Til konu skal hann taka kvinnu, sum er moyggj;
14
hann má ikki giftast við einkju, við kvinnu, ið er vrakað, ella sum er vanærd, ella við skøkju; onga uttan moyggj av fólki sínum má hann taka til konu.
15
Annars vanhalgar hann avkom sítt millum fólk sítt. – Tí Eg eri HARRIN, sum halgar hann!““
ii.
Physical Requirements
21:16-24:1
16
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
17
„Tala við Áron og sig: „Eingin av avkomi tínum – nú ella í komandi tíðum – sum brekaður er, má stíga fram at bera fram mat Guds síns;
18
tað má eingin, sum brekaður er, hvørki blindur, lamin ella ein, sum hevur lýti í andlitinum, ella sum hevur lim, ið er ov stórur,
19
eingin, sum hevur brotið arm ella bein,
20
eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin, eingin, sum hevur plett á eyganum, skrubb ella annað útbrot, ella sum eistuni eru kroyst á.
21
Eingin eftirkomari Árons prests, sum brekaður er, má stíga fram at bera fram eldoffur HARRANS; hann er brekaður, hann má ikki stíga fram at bera fram mat Guds síns!
22
Hann kann eta mat Guds síns, bæði hitt háheilaga og hitt heilaga;
23
men við tað at hann er brekaður, má hann ikki koma at forhanginum og fara fram at altarinum; tí so vanhalgar hann heilagu lutir Mínar. – Tí Eg eri HARRIN, sum halgar teir!““
24
– Móses segði alt hetta við Áron og synir hansara og allar Ísraelsmenn.