Triðja Mósebók kap. 2

Uppsetan
ii. The Grain Offering
2:1-16:1
1 „Táið onkur vil bera HARRANUM fram matoffur, skal offur hansara vera fínt mjøl; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi á tað.
2 So skal hann bera tað til synir Áron, prestarnar; og presturin skal taka ein neva av tí, av mjølinum og oljuni, og alt roykilsið; hann skal brenna tað sum minningaroffur á altarinum; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
3 Men tað, sum eftir er av matofrinum, skulu Áron og synir hansara hava sum háheilagan part av eldofrum HARRANS.
4 Táið tú vilt ofra matoffur av nøkrum, ið bakað er í ovni, skal tað vera av fínum mjøli, ósúrgaðar køkur við olju í ella ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju.
5 Og er offur títt matoffur, ið bakað er á plátu, so skal tað vera av fínum mjøli, ið blandað er við olju, og ósúrgað.
7 Men er offur títt matoffur, ið bakað er á pannu, so skal tað verða gjørt av fínum mjøli við olju.
8 Tað matoffur, ið tilgjørt er á ein av hesum háttum, skalt tú bera HARRANUM fram; tað skal verða borið prestinum, og hann skal bera tað fram at altarinum.
9 So skal presturin burtur av matofrinum taka minningarofrið og brenna tað á altarinum; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
10 Men tað, sum eftir er av matofrinum, skulu Áron og synir hansara hava sum háheilagan part av eldofrum HARRANS.
11 Einki matoffur, ið tit bera HARRANUM fram, má verða súrgað; tí hvørki av súrdeiggi ella hunangi mugu tit brenna nakað sum eldoffur fyri HARRANUM.
12 Sum gávu av frumgróðri kunnu tit bera HARRANUM slíkt fram, men á altarið – til góðan anga – má tað ikki koma.
13 Tú skalt lata salt í øll matoffur tíni; tú mást ikki lata salt fattast í matofri tínum; tí saltið hoyrir til sáttmálan við Gud tín; saman við øllum ofrum tínum skalt tú bera fram salt.
14 Vilt tú bera HARRANUM fram matoffur av frumgróðrinum, skalt tú ofra øks, ið bakað eru við eld, nýheystað, mult korn; tað skal vera matoffur títt av frumgróðrinum.
16 Og presturin skal sum minningaroffur brenna nakað av tí mulda korninum og oljuni og alt roykilsið; tað er eldoffur fyri HARRANUM.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul