Triðja Mósebók kap. 3

Uppsetan
iii. The Peace Offering
3:1-17:1
1 „Vil onkur bera fram takkoffur, og hann tekur tað av neytunum, so kann offurdýrið, ið hann kemur við fram fyri ásjón HARRANS, vera annaðhvørt tarvur ella kúgv; men lýtaleyst skal tað vera.
2 Hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins og drepa tað fyri durum samkomutjaldsins; og synir Áron, prestarnir, skulu sletta blóðið rundanum á altarið.
3 So skal hann av takkofrinum ofra HARRANUM eldoffur, og tað skal vera netjan og øll tálgin á innvølinum,
4 bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið, tað skal hann taka út saman við nýrunum.
5 Og synir Áron skulu brenna tað á altarinum saman við brenniofrinum, ið liggur oman á viðinum á eldinum; tað er eldoffur, góður angi fyri HARRANUM.
6 Er tað av smáfænum, ið hann ber HARRANUM fram takkoffur, so kann tað vera kríatúr, annaðhvørt av hannslagi ella av honslagi; men lýtaleyst skal tað vera.
7 Er tað seyð, ið hann vil ofra, so skal hann leiða hann fram fyri ásjón HARRANS.
8 Hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins og drepa tað framman fyri samkomutjaldið, og synir Áron skulu sletta blóðið rundanum á altarið.
9 So skal hann av takkofrinum bera HARRANUM fram eldoffur, og tað skal vera tað feita: Alla hárónna – hann skal skera hana av heilt inni við næsta ryggjarstykkið – netjuna og alla tálgina á innvølinum,
10 bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum.
13 Hann skal leggja hondina á høvd hennara og drepa hana framman fyri samkomutjaldið, og synir Áron skulu sletta blóðið rundanum á altarið.
14 So skal hann av ofri sínum bera HARRANUM fram eldoffur, og tað skal vera netjan og øll tálgin á innvølinum,
15 bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum.
16 Og presturin skal brenna tað á altarinum – tað er eldoffurmáltíð, góður angi. Alt feitt hoyrir HARRANUM til.
17 Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, hvar tit so búgva: Einki feitt og einki blóð mugu tit eta!““
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul