Fyrra Pætursbrævið kap. 5
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
9.
Instruction to Elders
5:1-4:1
1
Hinar elstu millum tykkara áminni eg – sum tann, ið sjálvur er elsti og vitni um líðingar Kristusar, og sum tann, ið eisini hevur lut í dýrdini, sum opinberast skal:
2
Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta,
3
heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins
4
– og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar.
10.
Cast Your Cares on Him
5:5-9:1
5
Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.
6
Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!
7
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
8
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
9
Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.
11.
Benediction and Farewell
5:10-14:1
10
Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum
11
– Hansara er valdið í aldur og allar ævir. Amen.
12
Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður – tað haldi eg hann vera – havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at áminna og vitna, at hetta er hin sanna náði Guds, sum tit standa í.
13
Samkoman í Bábylon, útvald eins og tit, letur heilsa tykkum, somuleiðis Markus, sonur mín.
14
Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi!