Fyrra Pætursbrævið kap. 4

Uppsetan
b. Living for God’s Glory
4:1-11:1
1 Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi – tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur –
2 so tit liva, ta tíð tit hava eftir í holdinum, ikki eftir menniskjalystum, men eftir vilja Guds.
3 Tað er nóg mikið, at tit tíðina, ið farin er, hava gjørt vilja heidninganna – livað í siðloysi, girndum, fyllskapi, svirri, drykkjuskapi og skammiligari avgudadýrkan;
6 Tí varð evangeliið kunngjørt deyðum við, fyri at tey víst skuldu vera dømd sum menniskju í holdinum, men liva sum Gud í andanum.
8 Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!
10 Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!
11 Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen.
c. Suffering as Christians
4:12-19:1
12 Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum – sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum!
13 Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum – so tit eisini kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara.
14 Verða tit háðað fyri navn Kristusar, eru tit sæl; Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum.
15 Eingin av tykkum má líða sum manndrápari, tjóvur, illgerðarmaður ella sum tann, ið leggur seg út í viðurskifti annara.
16 Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.
17 Tíðin er jú komin nú, táið dómurin skal byrja – við húsi Guds; og byrjar hann við okkum, hvat verður tá endi teirra, sum eru evangelii Guds ólýðin!
18 Er einki út at geva, at hin rættvísi verður frelstur, hvussu skal tá gangast hinum gudleysa og syndaranum!
19 Tí skulu tey, sum eftir vilja Guds líða, geva hinum trúfasta skapara upp sálir sínar – og gera hitt góða.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul