Fyrra Timoteusarbrævið kap. 3

Uppsetan
c. Qualifications for Leaders
3:1-13:1
i. Overseers
3:1-7:1
1 Tað er trúvert orð, at tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til.
2 Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
3 ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.
4 Hann skal standa væl fyri sínum egna húsi, hava lýðin børn í øllum siðprýði –
5 dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!
6 Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni – fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.
7 Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins.
ii. Deacons
3:8-13:1
8 Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.
10 Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi.
11 Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum.
12 Samkomutænari skal vera maður einar kvinnu, halda væl skil á børnum sínum og standa væl fyri sínum egna húsi.
13 Tí teir, sum hava verið góðir samkomutænarar, vinna sær sjálvum góða støðu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus.
d. The Mystery of Godliness
3:14-16:1
15 Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.
16 Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul