Fyrra Timoteusarbrævið kap. 1

Uppsetan
1. Timothy’s Commission
1:1-20:1
a. Paul’s Greeting to Timothy
1:1-2:1
1 Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Gudi, Frelsara okkara, og Kristi Jesusi, vón okkara
2 – til Timoteus, ektabarn mítt í trúnni. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara!
b. Correcting False Teachers
1:3-11:1
3 Eg biði teg – nú sum táið eg fór til Makedonia – at verða verandi í Efesus, fyri at tú skalt áleggja summum, ikki at ganga við fremmandari læru
4 og ikki at lurta eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum meiri elva trætur enn fremja húshald Guds í trúnni.
5 Endamál tess, ið álagt er, er kærleiki av reinum hjarta, góðari samvitsku og trúgv, ið ikki bert er eiti.
7 tey vilja vera lóglærarar, tóat tey hvørki skilja tað, sum tey siga, ella tað, sum tey tala um við slíkum sjálváliti.
9 so hann skilir hetta, at lógin er til, ikki fyri hin rættvísa, men fyri lógleys og sjálvráðin, gudleys og syndarar, vanheilag og óandalig, fyri slík, sum nýta yvirgang móti faðir og móður, fyri manndráparar,
10 siðloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskjatjóvar, lygnarar, meinsvorin – og alt annað, sum er ímóti hini heilnæmu læru,
c. God’s Grace to Paul
1:12-17:1
12 Eg takki Honum, sum gav mær kraft, Kristi Jesusi, Harra okkara, at Hann roknaði meg trúgvan og setti meg til tænastuna,
13 meg, sum áður var spottari, atsøkjari og yvirgangskroppur; men eg fann miskunn, av tí at eg visti ikki betur, táið eg í vantrúgv gjørdi so.
14 Ja, náði Harra okkara varð ómetaliga stór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi.
15 Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin størsti.
16 Men tí fann eg miskunn – fyri at Jesus Kristus kundi á mær – sum fyrstur var – vísa alt langmóð Sítt, teimum til fyridømi, sum skuldu trúgva á Hann til ævigt lív.
17 Men kongi aldanna, hinum óforgeingiliga, ósjónliga, einasta Gudi, veri heiður og dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
d. Paul’s Charge to Timothy
1:18-20:1
18 Hetta boð líti eg tær upp í hendur, barn mítt Timoteus, eftir profetaorðunum, ið frammanundan eru talað um teg, fyri at tú eftir teimum skalt stríða hitt góða stríð,
19 havandi trúgv og góða samvitsku – sum nøkur hava kastað frá sær og liðið skipbrot, trúnni viðvíkjandi.
20 Millum teirra eru Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Satan, fyri at teir skulu verða tyktaðir so, at teir lata vera at spotta.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul