Fyrra Tessalonikabrævið kap. 4

Uppsetan
2. A Call to Righteous Living
4:1-5:28
a. Living to Please God
4:1-12:1
1 Síðani, brøður, biðja og áminna vit tykkum í Harranum Jesusi, at tit mugu alt meiri ganga fram í at liva, sum tit hava lært av okkum, Gudi til tokka – soleiðis sum tit eisini liva.
6 at eingin ger bróður sínum órætt ella óskjal í nøkrum viðurskifti; tí Harrin er hevnari av øllum hesum – sum vit eisini áður hava sagt og vitnað fyri tykkum.
8 Tann, ið vanvirðir hetta, vanvirðir tí ikki menniskja, men Gud, sum eisini gevur Heilaga Anda Sín í tykkum.
9 Um bróðurkærleikan nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara; tí tit eru sjálvir lærdir av Gudi at elska hvør annan.
10 Og tit gera tað við – móti øllum brøðrunum í øllum Makedonia. Men vit áminna tykkum, brøður, at ganga enn meiri fram í tí
11 og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum,
12 so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til.
b. The Return of the Lord
4:13-18:1
13 Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.
14 Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.
15 Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru.
16 Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;
17 síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul