Efesusbrævið kap. 6

Uppsetan
iii. Children and Parents
6:1-4:1
4 Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
iv. Serving with Honor
6:5-9:1
5 Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara – sum var tað Kristus –
6 ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds
8 Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur!
9 Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.
d. The Full Armor of God
6:10-20:1
11 Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
12 Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
13 Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
14 Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
16 Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
18 biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
19 fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums,
20 fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum – at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala!
4. Final Greetings
6:21-24:1
21 Men fyri at tit eisini skulu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, siga tykkum alt.
22 Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu fáa at vita, hvussu til stendur hjá okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara.
23 Friður veri við brøðrunum, og kærleiki við trúgv, frá Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi!
24 Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul