Efesusbrævið kap. 5

Uppsetan
ii. Imitators of God
5:1-7:1
2 og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
3 Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
4 ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
5 Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.
6 Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
iii. Children of Light
5:8-20:1
8 Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
9 Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
11 Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
12 Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
13 Men alt hetta verður opinberað, táið tað verður revsað av ljósinum; alt, sum opinberað verður, er jú ljós.
14 Tí sigur skriftin: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“
18 Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
19 so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
c. Authority and Submission
5:21-6:9
i. Submit to One Another
5:21
ii. Wives and Husbands
5:22-33:1
23 Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.
24 Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.
25 Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
27 so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
28 Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.
29 Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.
31 Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
32 Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.
33 Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul