Galatiabrævið kap. 3

Uppsetan
2. Doctrinal: Justification
3:1-4:31
a. Faith and Belief
3:1-9:1
i. Who Has Bewitched You?
3:1-5:1
1 Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur gandað tykkum, tit, sum Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur!
2 Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lógverkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv?
5 Hann, sum nú gevur tykkum Andan og virkar kraftargerðir tykkara millum – ger Hann tað av lógverkum ella av, at tit hoyra í trúgv!
ii. The Faith of Abraham
3:6-9:1
6 – eins og jú „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.“
8 Og við tað at skriftin sá frammanundan, at tað er av trúgv, Gud rættvísger heidningarnar, so kunngjørdi hon frammanundan Ábrahami tað evangelium: „Í tær skulu øll fólkasløg verða signað!“
b. Christ Has Redeemed Us
3:10-14:1
10 Tí so mong sum halda seg til lógverk, eru undir banni; skrivað er jú: „Bannaður er hvør tann, sum ikki verður verandi í øllum tí, sum skrivað er í lógbókini, so hann ger tað.“
11 Og at eingin verður rættvísgjørdur fyri Gudi við lóg, er skilligt; tí „hin rættvísi skal liva av trúgv.“
12 Lógin hevur einki við trúnna at gera, men: „Tann, ið ger hetta, skal liva við tí.“
13 Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum – tí skrivað er: „Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi“ –
14 fyri at signing Ábrahams kundi í Kristi Jesusi koma yvir heidningarnar, so vit við trúnni kundu fáa Andan, ið lovaður var.
c. The Purpose of the Law
3:15-25:1
15 Brøður! Eg tali menniskjaliga: Eingin ger tó til einkis staðfest arvaskjal eins menniskja ella leggur nakað aftrat tí.
16 Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur „avkomum“, sum um nógvar, men sum um ein: „Og avkomi tínum“ – og tað er Kristus.
17 Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis.
18 Tí fæst arvurin við lóg, so fæst hann ikki longur við lyfti; men Ábrahami gav Gud hann við lyfti.
19 Hvat skuldi lógin tá til? Jú, hon varð løgd aftrat, fyri at lógbrotini skuldu koma fyri dagin – inntil avkomið kom, sum lyftið var givið – og hon varð givin við einglum – við millummans hond.
21 Er tá lógin ímóti lyftum Guds! Minni enn so! – Ja, var lóg givin, sum kundi gjørt livandi, so kom rættvísin veruliga av lóg.
22 Men skriftin hevur lagt alt inn undir synd, fyri at tað, sum lovað var, skuldi við trúgv á Jesus Kristus verða teimum givið, sum trúgva.
23 Áðrenn trúgvin kom, vórðu vit hildin innistongd, og lógin helt vakt yvir okkum – inntil trúgvin, ið koma skuldi, opinberaðist.
24 Soleiðis er lógin vorðin tyktari okkara – til Kristus, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørd við trúgv.
d. Sons through Faith in Christ
3:26-4:31
i. Sons of Abraham by Faith
3:26-29:1
28 Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul