Galatiabrævið kap. 2

Uppsetan
c. Authentication of the Message
2:1-21:1
i. The Council at Jerusalem
2:1-10:1
1 Fjúrtan ár seinni fór eg so aftur niðan til Jerusalem við Barnabasi og tók eisini Titus við.
2 Eg fór hagar eftir opinbering. Og eg legði fram fyri teir, serliga fyri hinar mest umhildnu, evangeliið, sum eg prædiki millum heidningarnar – um eg mundi renna ella hevði runnið til einkis.
3 Men enntá ikki Titus, sum við mær var, og sum var Grikki, varð tvingaður at lata seg umskera
4 – eg meini, fyri at eftirlíka hinum følsku brøðrum, ið høvdu sníkt seg inn at lúra eftir frælsi okkara, sum vit hava í Kristi Jesusi, so teir kundu gera okkum til trælir.
5 Fyri teimum viku vit ikki so mikið sum ein tíma í eftirlæti – fyri at sannleikin í evangeliinum kundi standa fastur hjá tykkum.
6 Men teir, ið vóru hildnir at vera nakað – hvat teir nú vóru, er mær tað sama, Gud ger ikki mannamun – eg sigi, hinir mest umhildnu áløgdu mær einki meir;
7 tvørtur ímóti: Táið teir sóu, at mær var litið upp í hendur at tala evangeliið fyri hinum óumskornu, eins og Pæturi var litið upp í hendur at tala tað fyri hinum umskornu
8 – tí Hann, sum gav Pæturi kraft til ápostlaverk millum hinar umskornu, gav mær kraft til hitt sama millum heidningarnar –
9 og táið teir lærdu at kenna náðina, ið mær var givin, góvu Jákup, Kefas og Jóhannes – sum hildnir vórðu at vera stuðlar – mær og Barnabasi samfelagshond: Vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu
10 – bert, at vit skuldu minnast hini fátæku, og tað havi eg eisini júst roynt at gera.
ii. Paul Confronts Cephas
2:11-21:1
11 Men táið Kefas kom til Antiokia, steig eg upp móti honum beint upp í eyguni – tí hann var at lasta.
12 Tí áðrenn nakrir komu frá Jákupi, át hann saman við heidningunum;* men táið teir komu, dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini.
13 Saman við honum hyklaðu eisini hinir Jødarnir, so at enntá Barnabas varð rivin við av hykli teirra.
14 Men táið eg sá, at teir gingu ikki beint fram eftir sannleikanum í evangeliinum, segði eg við Kefas, so allir hoyrdu: „Táið tú, sum Jødi ert, livir sum heidningur og ikki sum Jødi, hvussu kanst tú tá tvinga heidningarnar at liva sum Jødar!“
16 men av tí at vit vita, at menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum, men við trúgv á Jesus Kristus, so hava vit eisini trúð á Kristus Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir við trúgv á Kristus og ikki av lógverkum; tí av lógverkum verður einki hold rættvísgjørt.
17 Men um vit, táið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristusi, sjálvir eisini funnust at vera syndarar, er Kristus fyri tað tænari syndarinnar! Minni enn so!
18 Byggi eg upp aftur tað, sum eg breyt niður, vísi eg meg sjálvan sum lógbrótara.
20 Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
21 Eg seti ikki náði Guds úr gildi; tí fæst rættvísi við lóg, so er jú Kristus deyður til einkis.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul