Markus kap. 16
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
e.
The Resurrection
16:1-20:1
i.
The Women at the Tomb
16:1-8:1
1
Táið sabbaturin var farin, keyptu Maria Magdelena, Maria, móðir Jákup, og Saloma angandi salvur til at fara og salva Hann.
2
Og ógvuliga tíðliga um morgunin fyrsta dagin í vikuni komu tær til grøvina, táið sólin kom undan.
3
Tær søgdu nú hvør við aðra: „Hvør skal velta okkum steinin frá gravarmunnanum?“
4
Men táið tær hugdu upp, fingu tær at síggja, at steinurin var veltur burtur; hann var ógvuliga stórur.
5
Og táið tær komu inn í grøvina, sóu tær ungan mann í síðum hvítum klæðum sita høgrumegin; og tær ræddust.
6
Men hann segði við tær: „Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nazaret, hinum krossfesta; Hann er risin upp, Hann er ikki her; hyggið, har er staðið, har teir løgdu Hann!
7
Men farið avstað, sigið við lærisveinar Hansara og við Pætur, at Hann fer undan tykkum til Galilea. Har skulu tit síggja Hann, sum Hann hevur sagt tykkum.“
8
Tá fóru tær út og flýddu burtur frá grøvini; tí bivan og ræðsla var komin á tær; og tær søgdu ongum nakað, tí tær óttaðust.
ii.
Jesus Appears to Mary Magdalene
16:9-11:1
9
Men táið Hann var risin upp, árla fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist Hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, sum Hann hevði rikið sjey illar andar út úr.
10
Hon fór og segði teimum tað, sum við Honum høvdu verið, og sum nú syrgdu og grótu.
11
Men táið teir hoyrdu, at Hann livdi og var sæddur av henni, trúðu teir tí ikki.
iii.
Jesus Appears to Two Disciples
16:12-13:1
12
So opinberaðist Hann í øðrum líki fyri tveimum av teimum á vegnum, meðan teir vóru á ferð út á bygd.
13
Eisini teir fóru og søgdu hinum tað; men heldur ikki teimum trúðu teir.
iv.
The Great Commission
16:14-18:1
14
Tá opinberaðist Hann fyri hinum ellivu sjálvum, meðan teir sótu til borðs; og Hann hevði at teimum fyri vantrúgv teirra og harða hjarta, at teir høvdu ikki trúð teimum, sum høvdu sæð Hann risnan upp.
15
Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
16
Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.
17
Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum;
18
tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.“
v.
The Ascension
16:19-20:1
19
So varð Harrin, eftir at Hann hevði talað við teir, tikin upp til Himmals, og Hann settist við høgru hond Guds.
20
Men teir fóru út og prædikaðu allastaðni, og Harrin var við í verkinum og staðfesti orðið við teknunum, ið við fylgdu.