Markus kap. 11

Uppsetan
5. Jesus’ Ministry in Jerusalem
11:1-16:20
a. Jesus Arrives at Jerusalem
11:1-25:1
i. The Triumphal Entry
11:1
1 Táið teir nú nærkaðust Jerusalem og komu til Betfage og Betania við Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði við teir:
2 „Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Við tað sama sum tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar!
3 Sigur onkur við tykkum: „Hví gera tit hatta?“ so sigið: „Harranum tørvar tað, og Hann sendir tað aftur higar við tað sama!““
4 Teir fóru so avstað og funnu fylið bundið við dyrnar, uttan fyri, við vegin; og teir loystu tað.
5 Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu tá við teir: „Hvat er tað, tit gera! Loysa tit fylið!“
7 So leiddu teir fylið til Jesus og løgdu klæði síni á tað; og Hann setti Seg á tað.
9 Tey, sum undan gingu, og tey, sum eftir fylgdu, róptu: „Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!
11 So fór Hann inn í Jerusalem, í templið; og táið Hann hevði hugt at øllum, fór Hann út til Betania við hinum tólv, við tað at longu var vorðið kvøld.
ii. Jesus Curses the Fig Tree
11:12-14:1
13 Og táið Hann langt burtur sá fikutræ, sum hevði bløð, fór Hann hagar at vita, um Hann kanska kundi finna okkurt á tí; men táið Hann kom til tað, fann Hann einki uttan bløð; tí ikki var fikutíð.
14 Tá tók Hann til orða og segði við tað: „Aldri í ævir skal nakar aftur eta ávøkst av tær!“ Og lærisveinar Hansara hoyrdu tað.
iii. Jesus Cleanses the Temple
11:15-19:1
15 So komu teir til Jerusalem; og Hann fór inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu og keyptu í templinum; Hann koyrdi umkoll borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur.
17 Hann lærdi og segði við teir: „Er ikki skrivað, at hús Mítt skal kallast bønhús fyri øll fólkasløg! Men tit hava gjørt tað til ránsmannabøli.“
18 Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, løgdu teir ráð um, hvussu teir skuldu beina fyri Honum; tí teir ræddust Hann, við tað at alt fólkið var ovfarið av læru Hansara.
iv. The Withering Fig Tree
11:20-25:1
20 Men táið teir um morgunin gingu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað frá rótini.
21 Tá mintist Pætur tað og segði við Hann: „Rabbi, hygg, fikutræið, ið Tú bannaði, er følnað!“
23 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ og ivast ikki í hjartanum, men trýr, at tað verður, sum hann sigur, honum skal verða so.
24 Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
25 Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!
26 Men fyrigeva tit ikki, skal Faðir tykkara, sum í Himli er, heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.“
b. Jesus Examined for Blemish
11:27-12:44
i. Chief Priests and Scribes Question Jesus
11:27-12:12
1. Jesus’ Authority Challenged
11:27-33:1
27 So komu teir aftur til Jerusalem. Og meðan Hann gekk um í templinum, komu høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og elstu til Hansara.
28 Teir søgdu við Hann: „Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør hevur givið Tær henda myndugleika til at gera hetta?“
29 Jesus svaraði teimum: „Eg skal spyrja tykkum um eitt; svarið Mær upp á tað, so skal Eg siga tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta!
31 Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: „Siga vit: „Av Himli,“ so sigur Hann: „Hví trúðu tit honum tá ikki?“
32 Men siga vit: „Frá menniskjum““ – tá ræddust teir fólkið; tí øll hildu um Jóhannes, at hann av sonnum var profetur.
33 Teir svaraðu tí Jesusi: „Vit vita ikki.“ Tá segði Jesus við teir: „So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul