Markus kap. 1

Uppsetan
1. The Beginning of Jesus’ Ministry
1:1-15:1
a. The Mission of John the Baptist
1:1-11:1
2 Sum skrivað er hjá Esaiasi profeti: „Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær vegin til reiðar.
3 Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!““
4 – soleiðis steig Jóhannes doypari fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til syndafyrigeving.
5 Og alt Judea og øll í Jerusalem fóru út og vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar.
6 Jóhannes var í klæðum av kamelull og hevði leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur.
7 Hann prædikaði og segði: „Eftir meg kemur tann, ið sterkari er enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bukka meg niður og loysa skóreimina hjá.
9 Tað hendi á teimum døgum, at Jesus kom úr Nazaret í Galilea og varð doyptur av Jóhannesi í Jordan.
10 Og við tað sama sum Hann kom upp úr vatninum, sá hann Himmalin opnast og Andan sum dúvu dala niður yvir Hann;
b. The Temptation and Preaching of Jesus
1:12-15:1
13 Hann var í oyðimørkini og varð freistaður av Satan 40 dagar; Hann var millum hini villu dýrini, og einglarnir tæntu Honum.
14 Men eftir at Jóhannes var settur fastur, kom Jesus til Galilea og prædikaði evangelium Guds
15 og segði: „Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!“
2. Jesus’ Ministry in Galilee
1:16-7:23
a. Early Ministry
1:16-3:19
i. The First Disciples
1:16-20:1
16 Sum Hann nú gekk fram við vatninum í Galilea, sá Hann Símun og Andrias, bróður hansara; teir settu garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.
17 Jesus segði við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
19 Táið Hann var komin eitt sindur longur, sá Hann Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara; teir bøttu gørn síni í bátinum.
20 Hann kallaði teir við tað sama, og teir fylgdu Honum og lótu faðir sín, Zebedeus, vera eftir á bátinum við daglønamonnunum.
ii. Miracles at Capernaum
1:21-34:1
1. Jesus Expels an Unclean Spirit
1:21-28:1
21 So fóru teir inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Hann sabbatin inn í sýnagoguna og lærdi.
22 Tey vórðu sligin av undran um læru Hansara; tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu.
24 „Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!“
27 Og øll vóru ovfarin, so tey spurdu hvørt annað: „Hvat er hetta? Nýggj læra! Við valdi býður Hann eisini yvir hinum óreinu andum, og teir akta Hann!“
28 Og tíðindini um Hann komu alt fyri eitt út allastaðni í øllum landinum har um vegir í Galilea.
2. Jesus Heals at Peter’s House
1:29-34:1
29 Við tað sama sum teir vóru komnir út úr sýnagoguni, komu teir inn hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi.
31 Hann fór tá yvir til hennara, tók í hond hennara og reisti hana upp; og hon slapp frá feprinum, og hon borðreiddi fyri teimum.
32 Táið nú kvøldið var komið, og sólin var undirgingin, komu tey til Hansara við øllum hinum sjúku og teimum, ið sett vóru av illum andum;
34 Hann grøddi mong, ið liðu av ymiskum sjúkum, og rak út nógvar illar andar; og Hann læt ikki hinar illu andar sleppa at tala, av tí at teir kendu Hann.
iii. Jesus Prays and Preaches
1:35-39:1
35 Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har.
38 Tá segði Hann við teir: „Latið okkum fara burt aðrastaðni til smábygdirnar her rundanum, so Eg kann prædika har við! Tí tað var tað, Eg kom til.“
39 Hann kom so og prædikaði í sýnagogum teirra um alt Galilea og rak út hinar illu andar.
iv. The Leper’s Prayer
1:40-45:1
40 Ein spitalskur kom tá til Hansara, bað Hann og fall á knæ fyri Honum og segði við Hann: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“
41 Tá tykti Honum hjartaliga synd í honum; Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“
44 og segði við hann: „Síggj til, at tú ongum sigur nakað um hetta! Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína tað, ið Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!“
45 Men táið hann kom út, fór hann at siga nógv frá hesum og bera út hesi tíðindi, so Jesus fekk ikki longur farið opinlýst inn í nakran bý; Hann helt Seg uttanfyri, á støðum, har eingin búði; og allastaðni frá komu tey til Hansara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul