Jónas kap. 4

Uppsetan
4. Questioning God’s Mercy
4:1-11:1
a. Jonah’s Anger
4:1
2 Hann bað til HARRAN og segði: „Á HARRI! Var tað ikki hetta, eg hugsaði, meðan eg enn var heima í landi mínum! Tí ætlaði eg hina ferðina at flýggja til Tarsis; eg visti jú, at Tú ert náðigur og miskunnsamur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn, og at Tú angrar hitt illa!
b. The Withering Plant
4:5-11:1
5 Jónas var farin út úr býnum; hann hevði sett seg eystan fyri býin; har hevði hann gjørt sær leyvhús og sat undir tí í skugganum fyri at síggja, hvussu býnum fór at ganga.
6 Tá læt Gud HARRIN risinusrunn vaksa upp yvir Jónas, til at skugga yvir høvd hansara, so hann kundi verða frægari hýrdur; og Jónas var ógvuliga glaður um risinusrunnin.
7 Men táið lýsti morgunin eftir, læt Gud orm koma og stinga risinusrunnin, so hann følnaði.
8 Og táið sólin kom upp, sendi Gud brennandi heitan eystanvind, og sólin stakk so í høvd Jónasar, at hann fekk maktarloysi; tá ynskti hann sær deyðan og segði: „Eg vil fyrr doyggja enn liva!“
9 Men Gud segði við Jónas: „Er tað beint av tær at vera so illur um risinusrunnin?“ Hann svaraði: „Ja, eg havi grund at vera illur, og tað til deyða!“
10 Tá segði HARRIN: „Tú harmast um risinusrunnin, sum tú einki stríð hevur havt av og ikki fingið at vaksa – sum varð til eftir eini nátt og doyði út eftir eini nátt;
11 og Mær skuldi ikki tykst synd í Nineve, hinum stóra staði, har meir enn tólv ferðir tíggju túsund menniskju eru, sum ikki kenna vinstru frá høgru, og nógv kríatúr!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul