Prædikarin kap. 12
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
e.
Final Conclusions
12:1-14:1
i.
Remember Your Creator
12:1-8:1
1
Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagar koma, og árini nærkast, sum tú fert at siga um: „Tey líkar mær ikki!“
2
– áðrenn sól og ljós og máni og stjørnur verða fjald í myrkri, og skýggini koma aftur eftir regnið,
3
táið teir ristast, sum halda vakt yvir húsinum, og hinir sterku menn kropna, táið tær, ið á kvørnini mala, gevast, tí tær eru ov fáar, og myrkt er vorðið teimum, ið út um vindeyguni hyggja,
4
táið báðar útdyrnar verða læstar, og ljóðið frá kvørnini minkar, so tað ljóðar ikki harðari, enn spurvur letur, og allar tær, ið syngja, verða lágmæltar,
5
táið ein stúrir fyri hvørji brekku, og ræðslur lúra á vegnum, táið mandlutræið blómar, táið grashoppan ekur seg avstað, og kapersberið missir kraftina – nú ið menniskjað fer avstað til æviga bústað sín, og hini syrgjandi longu ganga á vegnum og bíða –
6
áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, áðrenn krukkan sorast sundur við kelduna, og hjólið fer í sor og dettur niður í brunnin
7
– og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!
8
– Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, alt er fáfongd!
ii.
The Whole Duty of Man
12:9-14:1
9
Annars er at siga, at prædikarin var vísmaður; hann lærdi eisini fólkið kunnskap; hann granskaði og rannsakaði og setti saman mong orðtøk.
10
Prædikarin royndi at finna fyrndarorð, og rætt er tað, ið skrivað er, sannleiksorð.
11
Orð vísmanna eru sum broddar, og savnað saman eru tey sum naglar, ið inn eru negldir; tey eru givin av einum og sama hirða.
12
Enn skal sigast: Sonur mín! Tak við ávaring! Ikki er endi á, sum bøkur verða skrivaðar, og nógv granskan troyttar likamið.
13
Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.
14
Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt.