Prædikarin kap. 10

Uppsetan
iv. Wisdom and Folly
10:1-20:1
1 Deyðar flugur loypa stink og gongd í salvu salvublandarans, og minsta sindur av dárskapi forkemur manni, ið stendur fremri enn aðrir í vísdómi og heiðuri.
3 Hvar ið dárin so fer, fattast honum vit, og hann ger, at øll síggja, hann er dári.
4 Reisist móti tær vreiði hansara, sum ræðið hevur, so far kortini ikki, haðani sum tú ert settur! Tí at halda seg stillan ger stórar syndir ógjørdar.
8 Tann, ið grevur grøv, fellur sjálvur í hana; tann, ið rívur niður vegg, verður bitin av ormi;
9 tann, ið brýtur upp grót, fær mein av tí; tann, ið klývur við, kemur í vanda av tí;
10 táið øksin er óhvøss, og eggin ikki verður brýnd, má tess meiri makt verða nýtt; men vísdómur hevur tann fyrimun, at hann ger alt á rættan hátt.
11 Táið ormurin bítur, áðrenn hann er gyklaður, hevur gyklarin einki gagn av brøgdum sínum.
14 Og dárin er orðaríkur, tóat menniskjað veit ikki, hvat ið fer at henda; tað, ið fer at henda eftir hann – hvør sigur honum tað!
15 Dárin pøsir seg út við strevi sínum; tí tað er aldri so frægt, at hann veit leiðina til staðin.
16 Vei tær, land, ið hevur barn til kong og høvdingar, ið halda gildi um morgunin!
17 Lukkuliga land, ið hevur aðalbornan kong og høvdingar, ið halda gildi í sámuligari tíð, sum fólk og ikki sum drykkjumenn!
18 Táið leti ræður, sjúnka bjálkarnir, og letur ein hendurnar hanga, lekur niður í húsið.
19 Til at stuttleika sær halda teir gestaboð, og vínið ger lívið glatt, og alt samalt fæst fyri pening.
20 Ikki so mikið sum í huganum mást tú banna konginum, og enntá ikki í sovikamari tínum mást tú banna hinum ríka; tí fuglar himmalsins bera ljóðið avstað, og teir við veingjum bera út tað, ið tú sigur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul