Ester kap. 5
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
4.
Esther’s First Banquet
5:1-8:1
a.
Esther Approaches the King
5:1-4:1
1
Triðja dagin læt Ester seg í kongligt skrúð og fór inn í hin innara garð kongshallarinnar; har stóð hon, beint fyri kongshøllini, og kongurin sat í kongahásæti sínum í kongshøllini, beint inn av durum hallarinnar.
2
Táið nú kongurin sá Ester drotning standa í garðinum, fann hon náði fyri eygum hansara; kongurin rætti út móti Ester gullstavin, sum hann hevði í hondini, og Ester gekk fram og nam við enda stavsins.
3
Kongurin segði við hana: „Hvat bagir, og hvat vilt tú hava, Ester drotning? – Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tú fingið tað!“
4
Ester svaraði: „Um tað líkar konginum, vildi eg fegin, at kongurin og Haman í dag høvdu komið í veitslu, sum eg havi gjørt honum til.“
b.
Esther Defers Her Request
5:5-8:1
5
Tá segði kongurin: „Skundið tykkum og farið eftir Haman, so verða kann, sum Ester vil!“ – Kongurin og Haman komu nú í veitsluna, sum Ester hevði gjørt til.
6
Sum tey nú sótu og drukku vín, segði kongurin við Ester: „Hvat er bøn tín? Hon skal verða tær veitt! Og hvat vilt tú hava? Um tað so er hálvt ríkið, skuldi tað ikki verðið tær sýtt!“
7
Ester svaraði: „Bøn mín og tað, ið eg vil, er:
8
Havi eg funnið náði fyri eygum kongsins, og líkar tað konginum at veita mær bønina, ið eg biði, og ikki sýta mær tað, ið eg vil hava, so mugu kongurin og Haman koma í veitslu, sum eg ætli at gera teimum til! Í morgin skal eg tá gera, sum kongurin sigur.“
5.
The Fall of Haman and Rise of Mordecai
5:9-6:14
a.
Haman’s Plot Against Mordecai
5:9-14:1
9
Haman fór haðani tann dagin, glaður og í góðum lagi; men táið hann sá Mordokai í kongsportrinum, og at hann hvørki reisti seg fyri honum ella rørdi seg, varð hann fullur av vreiði móti Mordokai.
10
Tó helt hann sær og fór til hús. So sendi hann boð eftir vinmonnum sínum og eftir Zeres, konu síni,
11
og segði teimum frá ríkidømi sínum og dýrd síni, hvussu mangar synir hann átti, og frá øllum, hvussu kongurin hevði gjørt hann stóran, og hvussu hann hevði sett hann hægri enn høvdingar og tænarar kongsins.
12
Og Haman segði: „Eisini læt Ester drotning ongan annan enn meg sleppa við kongi í veitsluna, sum hon hevði gjørt til, og hon hevur boðið mær saman við kongi í morgin eisini.
13
Men alt hetta er mær ikki nóg mikið, so leingi sum eg síggi handa Jødan Mordokai sita í kongsportrinum!“
14
Tá søgdu tey við hann, Zeres, kona hansara, og allir vinmenn hansara: „Lat reisa gálga, 50 alin høgan, og tala so í morgin við kong um at lata Mordokai heingja í hann! Far so glaður við kongi í veitsluna!“ Hesi ráð dámdi Haman væl, og hann læt gálgan reisa.