Ester kap. 2

Uppsetan
b. The Rise of Esther
2:1-23:1
i. Seeking Vashti’s Successor
2:1-4:1
1 Men táið ein tíð var gingin, og Ahasverus kongur var sissaður, fór hann at hugsa um Vasti og tað, ið hon hevði gjørt, og tað, ið avgjørt var um hana.
2 Tá søgdu menn kongsins, teir, ið tæntu hjá honum: „Leitað eigur at verða eftir ungum, vøkrum moyggjum til kongin!
3 Kongurin skuldi í øllum landspørtum ríkis síns sett menn at savna saman allar ungar, vakrar moyggjar og sent tær til kvinnuhúsið í borgini Susan og har latið Hegai, kvinnuvaktaran, hirðmann kongsins, ansað eftir teimum; lat tær síðani fáa salvur at salva seg við!
4 Og tann unga genta, ið konginum líkar, skal so verða drotning í staðin fyri Vasti.“ Hesi ráð dámdi konginum væl, og hann gjørdi so.
ii. Esther Finds Favor
2:5-16:1
5 Í borgini Susan var tá jødiskur maður, ið æt Mordokai; hann var sonur Ja’ir, son Sime’i, son Kis, Benjaminitur.
6 Hann var fluttur burt úr Jerusalem við fangunum, ið Nebukadnezar bábelskongur flutti í útlegd saman við Jekonja judakongi.
7 Hann var fosturfaðir Hadassu, tað er Ester, dóttur faðirbróður hansara; tí hon átti hvørki faðir ella móður. Henda unga genta var vælvaksin og vøkur. Táið foreldur hennara vóru deyð, hevði Mordokai tikið hana til sín sum sína egnu dóttur.
8 Táið nú tað kom út, sum kongurin hevði givið boð um og álagt, og nógvar ungar gentur vórðu savnaðar saman í borgini Susan, har Hegai varð settur at ansa eftir teimum, fóru teir eisini við Ester til kongshøllina og settu Hegai, kvinnuvaktaran, at ansa eftir henni.
9 Honum dámdi væl hesa ungu gentu, og hon kom at standa væl í eygum hansara; tí skundaði hann sær at geva henni salvur at salva seg við og matin, ið hon skuldi hava, og læt hana eisini fáa tær sjey ungu genturnar úr kongshøllini, sum vóru ætlaðar at tæna henni; og hann læt hana og gentur hennara flyta inn í bestu rúm kvinnuhúsins.
10 Ester hevði einki sagt um fólk sítt og ætt sína; tí Mordokai hevði álagt henni einki at siga um hetta.
11 Mordokai gekk hvønn dag aftur og fram uttan fyri forgarðin, ið hoyrdi til kvinnuhúsið, fyri at fáa at vita, hvussu Ester visti við, og hvat ið við hana varð gjørt.
12 Nú var tað so, at táið tíðin var komin hjá eini av teimum ungu gentunum at fara inn til Ahasverus kong, eftir at í tólv mánaðir var gjørt við hana, soleiðis sum fyriskrivað var um kvinnurnar – tí so long tíð gekk at salva tær, seks mánaðir við myrraolju og seks mánaðir við angandi salvum og øðrum salvum, ið kvinnur nýta –
13 táið tá hin unga gentan fór inn til kongin, slapp hon at hava við sær úr kvinnuhúsinum til kongshøllina alt tað, ið hon bað um.
14 Um kvøldið fór hon inn, og um morgunin kom hon aftur – til hitt kvinnuhúsið, har Sa’asgaz, hirðmaður kongsins, hjákonuvaktarin, varð settur at ansa eftir henni; hon kom ikki inn aftur til kongin, uttan so var, at kongurin hevði slíkan hug á henni, at serlig boð vórðu send eftir henni at koma til hansara.
15 Táið nú tíðin at fara inn til kongin var komin hjá Ester – dóttur Abihajil, faðirbróður Mordokai, fosturfaðir hennara – bað hon einki um uttan tað, ið Hegai, hirðmaður kongsins, kvinnuvaktarin, mældi henni til. Og øll, ið sóu Ester, vórðu góð við hana.
16 Í tíggjunda mánaði – tebet mánaði – sjeynda árið ið Ahasverus kongur sat við stýrið, varð Ester leidd til hansara, inn í kongligu høll hansara.
iii. Esther Becomes Queen
2:17-20:1
17 Og kongurin varð betri við Ester enn við allar hinar kvinnurnar; hon vann náði og yndi hjá honum meir enn allar hinar moyggjarnar. Hann setti tí kongliga krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til drotning í staðin fyri Vasti.
18 Síðani helt kongurin, Ester til heiður, stóra veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum, og hann eftirgav skatt í londum sínum og gav gávur, sum kongi sømdi.
20 – Men Ester hevði – soleiðis sum Mordokai hevði álagt henni – einki sagt um ætt sína og fólk sítt; tí Ester gjørdi í einum og øllum, sum Mordokai segði, eins og hon hevði gjørt, táið hon varð uppfostrað hjá honum.
iv. Mordecai Uncovers a Conspiracy
2:21-23:1
21 Meðan Mordokai tá sat í kongsportrinum, vórðu Bigtan og Teres, tveir hirðmenn kongsins, sum hoyrdu til duravaktararnar, illir inn á Ahasverus kong og ætlaðu at leggja hendur á hann, táið til bar.
22 Hetta fekk Mordokai at vita, og hann segði Ester drotning tað; og Ester bar konginum hesi boð frá Mordokai.
23 Málið varð nú granskað, og við tað at hetta varð funnið at vera so, vórðu teir báðir hongdir í gálga. Hetta varð uppskrivað í krønikubókina, so kongurin sá.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul