Seinna Sámuelsbók kap. 8

Uppsetan
v. David’s Triumphs
8:1-18:1
1 Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistarum og kúgaði teir, og Dávid legði høvuðsstaðin undir seg og tók hann úr hondum Filistara.
2 Hann vann eisini sigur á Móabitum og máldi teir við bandi; hann læt teir leggja seg niður á jørðina og máldi so tvær bandslongdir at verða dripnar og eina fulla bandslongd at liva. So vórðu Móabitar tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara.
3 Somuleiðis vann Dávid sigur á Hadadezer, syni Rehob, kongi í Zoba, táið hann fór avstað at fáa sær aftur valdið við Ánna.*
4 Dávid tók frá honum 1700 hestmenn og 20000 mans av fótfólki, og Dávid læt skera av hásinuna á øllum vagnhestunum; bert 100 vagnhestar læt hann vera eftir.
5 Áramearar úr Damaskus komu nú at hjálpa Hadadezer kongi í Zoba, men Dávid feldi 22000 av teimum.
6 Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
7 Gullskjøldirnar, ið tænarar Hadadezers høvdu havt, tók Dávid og hevði teir við til Jerusalem.
9 Táið To’i, kongurin í Hamat, frætti, at Dávid hevði vunnið allan her Hadadezers,
10 sendi hann son sín Jóram til Dávid kong at heilsa honum og ynskja honum til lukku, tí hann hevði verið í bardaga við Hadadezer og vunnið hann – tí Hadadezer hevði ofta ligið í stríði við To’i. Hann* hevði við sær silvuríløt, gullíløt og koparíløt.
11 Eisini tey halgaði Dávid kongur HARRANUM, saman við silvurinum og gullinum, ið hann hevði halgað burtur av fonginum frá øllum fólkunum, ið hann hevði lagt undir seg –
12 frá Áramearum, Móabitum, Ammonitum, Filistarum og Amalekitum – og av fonginum frá Hadadezer, syni Rehob, konginum í Zoba.
13 Táið Dávid nú kom aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Áramearum, vann hann sær navn við í Saltdali at fella 18000 mans.
14 Hann setti herfólk í Edom; í alt Edom setti hann herfólk, og allir Edomitar vórðu tænarar Dávids. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
15 Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael, og Dávid gjørdi rætt og rættvísi móti øllum fólki sínum.
16 Jóab, sonur Zeruju, var høvdingi yvir herinum; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari;
17 Zadok, sonur Ahitub, og Ahimelek, sonur Abjatar, vóru prestar; Seraja var ríkisskrivari;
18 Benaja, sonur Jójada, var høvdingi yvir lívvaktini; og synir Dávid vóru prestar.*
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul